Hvat hevur tú at siga um árið 2014?
- Árið 2014 var áhugavert á so mangan hátt. Vit fingu eina dóttir 4. mars, og hon hevur sum verða man fylt nógv í 2014.
Tað sigur nólsoyingurin, Leif Hansen, sum er giftur fuglafjarðarpresti, Anne Mette Greve Klemensen.
- Tónleikaliga vóru tvinni hæddarpunkt. Annað at framføra Requiem hjá Mozart saman við Eystanljóð og orkestri um páskinar, og hitt var at byrja sum kórleiðari hjá Havnarkórinum í heyst, eftir at Ólavur Hátún takkaði fyri seg.
Leif Hansen sigur, at hann helt nýggjár saman við konu og børnum.
- Vit bæði, konan og eg, hava havt tænastur í kirkjum um høgtíðina, og nýggjárshaldið var sjálvandi merkt av tí. Fýrverk plagi eg altíð at keypa, men rørbumbur og kanónsløg er við tíðini skift út við ein minni familjupakka við stórum denti á stjørnukastarar.
Men, hevur Leit givið nakað nýggjárslyfti?
- Eg havi ongantíð givið nakað ítøkiligt nýggjárslyfti. Men, eg ætli mær til Svínoyar í 2015. Har havi eg ongantíð verið. Um hetta er eitt ynski ella eitt lyfti fer tíðin at vísa.
Leif Hansen heldur, at útlitini fyri 2015 eru góð.
- Eg skal ikki gera meg klókan uppá politisku-og búskaparligu støðuna, og hvørji útlitini í so máta eru í 2015. Men, tónleikaliga sær bjart út.
Hann vísir á, at ein rúgva av tiltøkum eru á skrá.
- Tó at einir 600 tímar skula brúkast í Fordinum á føroysku landsvegunum, so liggur eisini fyri mítt viðkomandi tónleikaliga nógv í stoypuskeiðini.
Leif Hansen sigur, at The Crucifixion hjá John Stainer er á skránni á páskum, kórstevna í apríl, kórferð til Liverpool í mai, og hvør veit um ikki Messias fer ein túr suður í Saltsiloina í desember - bara fyri at nevna nakað úr rúgvuni.