Á aðalfundinum hjá EB/Streymi í gjárkvøldið boðaði formaðurin Jógvan í Skorini frá, at hann ikki tók við afturvali. Rógvi Egilstoft varð á fundinum valdur til nýggjan formann í EB/Streymi, skrivar felagið á Facebook.
Rógvi Egilstoft tekur við sum fyribils formaður, meðan fyrireikingarnar til komandi ár eru í gongd. Nevndin sum hevur sitið seinasta árið heldur áfram. Tey eru Egil á Bø, Judith í Skorini Jacobsen, Beinta Lisberg og Djóni Eidesgaard. Tiltakslimir eru nú Tove Kruse Samuelsen og Jan Djurhuus.
Jógvan í Skorini takkaði fyri seg við millum annað hesum orðum:
- Samstarvið í nevndini hevur verið gott, fíggjarliga gongur væl og felagið er í holt við at fyrireika seg til komandi ár.”
Tað er tíðarkrevjandi at vera formaður í einum fótbóltsfelagi, og sum støðan er í løtuni strekkir tíðin ikki til, boðaði fráfarandi formaðurin frá.