Rógvi fer at siga børnum søgu sum sólarmyrking

Tær komandi tríggjar vikurnar fer Rógvi á leikferð við søguni »Slóknar sólin?«.

 

– Í samband við sólarmyrkingina 20. mars ynski eg at vitja barnagarðar og stovnar í øllum landinum við søguni um »Brand, ið heldur at sólin slóknar«. Á ein øðrvísi og stuttligan hátt verða børnini undirhildin samstundis, sum tey læra eina rúgvu um sólarmyrkingina.

 

Soleiðis sigur Rógvi B. Dam um søguna, hann ætlar at siga børnum.

 

– Við at brúka hattar, brillur og annað gerast persónarnir í søguni livandi hjá børnunum. Umframt at læra um sjálva sólarmyrkingina, so verða børnini eisini kunnað og mint á týdningin av at verja eyguni við røttum verndarbrillum. Søgan er ætlað barnagarðs- , forskúla- og frítíðarskúlabørnum, og tekur 25-30 min at siga frá, sigur hann.

 

Orsøkin til at hann ger hetta, er tí at hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at fyrireika børnini til hesa »once in a lifetime« hendingina.

 

– Sólarmyrkingin er eitt fyribrigdi, ið ikki hendir serligani ofta – seinastu ferð var í 1954, og tað eru nøkur hundrað ár til næstu ferð. Eg eri vísur í, at øll gera sítt besta til at fyrireika børnini til sólarmyrkingina, og eg vil gjarna hjálpa til við søguni um Baldur, sum heldur at sólin slóknar.

 

– Eg vóni við hesi leikferð, at øll børn í Føroyum skulu hava møguleikan at síggja, hvussu serligt hetta fyribrigdið er, og hvussu serlig vit øll eru við at verða til akkurát nú – og betra um upplivingina 20. mars.

 

Rógvi B. Dam vónar, at tikið verður væl undir við verkætlanini, og hann ætlar sær at koma so víða um sum gjørligt,  og tí vónar hann, at nógvir stovnar bjóða sær ein túr forbí til ein »sólarmyrkingar dag«.