Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby eru bert ein sigur frá at bjarga plássinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli í Jönköpings Idrottshus vann Hallby eisini annan upp- og niðurflytingardystinum móti Kroppskultur úr næstbestu deildini. Kroppskultur hoyrir heima í býnum Uddevalla í vestara partinum av Svøríki.
Í dag vann Hallby 33-30 á Kroppskultur. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Rói gjørdi góðan mun í dag. Hann skoraði sjey mál upp á átta málroyndir, og var toppskjútti hjá heimaliðnum. Rói legði eisini upp til fimm mál.
Farna týskvøld vann Hallby á útivølli 33-27 (19-11) á Kroppskultur. Sostatt er samlaða støðan 2-0 til Hallby. Spælt verður best av fimm dystum.
Komandi mikukvøld klokkan 18 kann Hallby við enn einum sigri á Kroppskultur staðfesta plássið í bestu svensku hondbóltsdeildini. Vinnur Kroppskultur verður fjórði dysturin leiktur í Uddevalla.











