Rok í ÍF: Tveir spælarar ikki við

- Eg kann ikki brúka spælarar, sum halda seg verða størri enn venjarin og felagið, sigur venjarin

Tá ÍF í dag fór suður at spæla móti TB, var tað uttan Jan Ó. Ellingsgaard og Filip Djordjevic. In.fo hevur fingið upplýst, at tað er komið ilt millum spælararnar til venjing. Annar av venjarunum, Hans Jørgen Djurhuus, vil ikki gera nógvar viðmerkingar til málið, men sigur:

- Eg kann ikki brúka spælarar, sum halda seg verða størri enn venjarin og felagið. Tí vóru teir ikki við í dag, sigur Hans Jørgen Djurhuus, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

ÍF spældi í dag 1-1 móti TB í Trongisvági. Tað er ikki nakað vánaligt úrslit, men eftir eina framúr byrjan við fleiri sigrum, so hevur ÍF ikki vunnið fulla úrtøku síðani 12. juli, tá ið tað í Fuglafirði endaði við 3-0 sigri ímóti Skála.

ÍF er á sætta plássi við 23 stigum. Næsti dystur hjá ÍF verður sunnudagin 18. oktober á heimavølli ímóti NSÍ.