Rok um prísin á kjøti

Heystið stundar til og skjótt verða fjøllini gingin og flettingin fer av álvara í gongd. Og aftur í ár hevur spurningurin um prísin á føroyska kjøtinum reist seg.

 

Símun Gullaksen í Klaksvík skapti nakað av øsing, tá hann herfyri boðaði frá, at hann í ár selur feska kjøtið fyri 125 krónur kiloið og ræsta fyri 200 krónur kiloið. Beinanvegin vóru ákærurnar á lofti, um at hatta vóru okursprísir og óhoyrt, tí alt tað fólk vistu um, hevði prísurin verið 80 krónur kiloið.

 

- Tað bleiv ein øgilig gremjan av fólki, aftan á, at eg segði mína meining um prísáseting av føroyskt framleiddum seyðakjøti. Men er tað nú so óluksáliga høgur prísur,  spyr Símun Gullaksen á Facebook.

 

Hann vísir á, at eitt vanligt krov, um 15 kilo, tá tað er skorið sundur og trimmað til, er matur nokk til eini 32 verðar. Um prísurin er 125 krónur kiloið, kostar krovið 1.875 krónur tilsamans. Hvør verður kostar tí 58,59 krónur ella 46,88 krónur uttan meirvirðisgjald.

 

- Er tað so øgiliga nógv, tá tú hyggur niður á tallerkin, spyr hann.

 

Av hesum gott og væl 60 krónunum skulu so trekkjast framleiðslukostnaður; fóður, heilivágur, hegn, tryggging, samsýning til hjálparfók og so framvegis.

- Harafturat kemur lønarkostnaður, so um ein veruliga skal seta ein prís á tað føroyskt framleidda kjøtið er prísurin nógv hægri, skrivar Símun Gullaksen.

 

So er spurningurin, um kundin er samdur í hansara eygleiðingum.