Rokfundur í býráðnum í Havn: Býráðslimir rýmdu

 Hetta er størsta vanvirðing og størsta svínarí, vit vita um í býráðnum í Havn, siga býráðslimir

Tórshavnar Býráð

 Hetta er størsta vanvirðing, eg havi verið úti fyri øll míni 20 ár sum býráðslimur í Havn.
So bersøgin er Jan Christiansen, býráðslimur um býráðsfundin í Havn í gjárkvøldið.
Ein annar býráðslimur, Høgni Mikkelsen er minst líka harður í sínum dómi.
 Hetta er størsta svínarí eg nakrantíð havi verið úti fyri í býráðnum, segði hann.
Býráðsfundurin í Havni gjárkvøldið endaði í rættiligum roki og tá ið avtornaði, gjørdu teir tríggir býráðslimir, Jan Christiansen, Sjúrður Olsen og Høgni Mikkelsen, bart, og rýmdu av fundinum.
 Eg veit, at tað er skeivt at rýma av fundi, men vit føldu okkum so niðurgjørdar og traðkaðar á, at vit høvdu onki væl, sigur býráðsliurin, Jan Christiansen, sum eisini hevur verið borgarstjóri í Havn
Hann vísir á, at eftir fundarskipanini hjá Tórshavnar Býráð skulu býráðslimir hava skránna fyri ein býráðsfund minst fýra dagar fyri fundin.
 Tað fingu vit eisini hesuferð. Men eftir døgverða í gjár, fýra, fimm tímar áðrenn fundurin skuldi vera, fekk eg eini sms boð á fartelefonina, sum stutt og greitt segði: Eykamál - Ytri ringvegur.
 Aðrir býráðslimir lósu boðini so við og við seinnapartin, men onkur sá tey ongantíð.
Jan Christiansen helt, at hetta var løgið, men hann helt, at talan mundi vera um okkurt smámál.
Men so mikið stórur var skelkurin, tá ið hann kom á býráðsfund og fekk at vita, at tað snúði seg um eitt stórmál, sum snýr seg um tíggjutals milliónir krónur.
 Og tað fáa vit eini sms boð um at viðgerða á býráðsfundi nakrar fáar tímar undan fundinum.

Ikki verið úti fyri slíkum
Jan Christiansen sigur, at vanliga plaga ongir áhoyrarar at vera á býráðsfundi.
Tí stúrsaði hann við at síggja heili 14 fólk sita á áhoyraraplássunum á hesum býráðsfundinum.
 Upp aftur meiri merkiligari føldi eg meg, tá ið eg eisini ansaði eftir, at øll 14 fólkini búðu við Villingadalsvegin.
Men tá ið býráðsfundurin varð settur, fall fimmoyrað.
Tá ið skráin varð løgd fram, nevndist hetta eykamálið ikki longur Ytri Ringvegur. Nú nevndist tað knappliga: Atkomuvegur til Havnar.
 Hetta er eitt mál, sum snýr seg um at gera ein veg inn í Havnina, sum kann taka ímóti allari ferðsluni, sum er og sum væntast at koma. Tosað hevur verið um at gera ein ringveg frá Oyggjarvegnum, undir Krákugjógv framvið traðunum við Villingadalsvegin.
 Hetta er eitt mál, sum kanska kostar einar 70 milliónir krónur, men hetta er bara eitt leyst skot.
 Hetta sigur mær so mikið sum tað, at hesi 14 fólkini á Villingadalsvegnum, sum hava beinleiðis áhugað í málinum, hava fingið fundarboð til Tórshavnar býráð áðrenn nógvir býráðslimir og tey hava eisini fingið at vita, hvat málið snýr seg um.
 Sostatt hava vanligir borgarar fingið kunning um eitt mál, áðrenn vit býráðslimir, sum skulu viðgerða tað, vita, hvat tað snýr seg um yvirhøvur og tað er so langt úti, at eg havi ikki verið úti fyri slíkum áður.
Samstundis var tað týðiligt, at meirlutin í býráðnum hevði viðgjørt málið væl og virðiliga.
Hinvegin leggur Jan Christiansen dent á, at hann skilir sera væl, at íbúgvarnir við Villingardalsvegin hava størsta áhuga í málinum, tí eftir ætlanini, sum er stungin út í kortið um atkomuvegin til Havnar, koma summi av teimum at missa av traðunum, tey eiga og hjá øðrum kemur ætlaði vegurin at ganga at kalla ígjøgnum túnið.
 Men hetta snýr seg ikki um, at vit ikki vilja viðgerða málið um atkomuvegin til Havnar av nýggjum fyri at royna at bjarga traðunum. Men tað er ikki hetta, sum hetta snýr seg um. Tað, sum hetta snýr seg um, er framferðin hjá býráðsmeirlutanum ímóti einum parti í býráðnum og eg skilji rætt og slætt ikki, hvat hetta skuldi til, tí málið hevur als ikki skund. Hetta kundi tí ikki skiljast øðrvísi enn at tað var ein rein provokatión.

Ein onkisigandi svada
Jan Christiansen sigur, at spurningurin um atkomuvegin til Havnar, er eitt mál, sum hevur verið til viðgerðar í eini 20 ár, men at tað er ongantíð loyst.
 Skjølini í hesum málum fylla fleiri favnar.
Gamli borgarstjórin í Havn sigur, at tá ið eitt mál er á skrá til býráðsfund, eigur ein frágreiðing at fylgja við, saman við einum tilmæli.
 Ì hesum máli lá bara ein lítil frágreiðing, men hon kann ikki sigast at vera objektiv. Hetta var ein svada, sum var so litað, at tað er skelkandi, at eitt slíkt skjal, verður lagt fyri býráðið.
Jan Christiansen sigur, at minnilutin í Býráðnum vildi hava at vita, hví málið so brádliga varð sett á skrá sum eitt eykamál, tí hetta kundi ikki sigast at hava skund. Vit fingu heldur ikki at vita, um vit skuldu taka støðu til nakað, ella um vit skuldu atkvøða um málið ella ikki.
 Tað mugu tit bíða eftir, til málið kemur fyri, var svarið frá borgarstjóranum.
Allur minnilutin atkvøddi tí ímóti, at málið kom til viðgerðar. Men allur meirilutin atkvøddi fyri og so kom málið fyri.
 Tað, sum fór fram, er so mannminkandi fyri okkum sum býráðslimir, at vit gjørdu av at vit tríggir, Høgni Mikkelsen, Sjúrður Olsen og eg, boykottaðu fundin og rýmdu, sigur Jan Christiansen.