Neymar hevur fingið leikbann í tveir dystir fyri sín part av rokinum í dystinum millum Paris Saint Germain og Marseille í fronsku Ligue 1 leygardagin. Hann hevur ákært mótspælara fyri rasistiskan málburð og franska fótbóltssambandið fer nú at kanna málið.
Paris Saint-Germain tapti leygardagin fyri aðru ferð upp í slag í fronsku landskappingini. Hesa ferð móti arvafíggindanum úr Marseille í einum sonnum rokdysti, sum endaði við fimm útvísingum. Har í millum Neymar, sum sló eftir mótstøðuspælaranum Alvaro Gonzalez, ið Neymar ákærir fyri rasistiskan málburð.
Móti dystarenda bleiv satt rok, eftir eina harða takling. Tað endaði við, at Dario Benedetto og Jordan Amavi hjá Marseille, og Leandro Paredes og Layvin Kurzawa blivu útvístir. Samanlagt hava teir fimm spælararnir fingið leikbann í 14 dystir. Longsta leikbannið hevur Layvin Kurzawa fingið. Hann skal sita yvir í seks dystir.
Neymar og Alvaro Gonzalez hava verið í hornatøkum á sosialu miðlunum síðani rokið. Paris Saint Germain sigur seg stuðla Neymar allan vegin, meðan Marseille sigur at Alvaro Gonzalez als ikki er nakrar rasist, og tað hevur verið eyðsæð í atburðinum hjá honum síðani hann kom til Marseille.
Seinasta orðið er nokk ikki sagt í hesum málinum.
##med2##