Rokna teg fram til tína alkoholpromillu

Hevur tú verið úti og etið, drukkið eitt glas av víni og hugsar um at koyra heim? Rokna tína promillu út, áðrenn tú setur teg í bilin. Markið fyri, hvussu høga alkoholpromillu, tú hevur loyvi at hava í blóðinum, meðan tú koyrir bil, fór í 2009 frá at vera 0,5 til 0,2. Ein noyðist nú at ansa eyka nógv eftir, áðrenn ein setur seg aftan rættið. Serliga er tað dagin eftir, alkoholið kom í kroppin, at tað kann vera ivingarsamt, um ein er nóg edrúur at koyra.

 

Á www.laegehaandbogen.dk/default.aspx ber til at rokna rættiliga væl út, hvussu høg alkoholpromillan er í kroppinum.

 

Kanna tí altíð, hvussu høg tín promilla er, áðrenn tú setur teg aftan rættið og samstundis setur teg sjálvan og onnur í vanda í ferðsluni.