Seinastu árini eru alsamt fleiri børn sum ikki vera koppsett eftir barnakoppsetingarætlanini.
Í síðstu viku segði Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, við in.fo, at ein orsøk kann vera, at foreldur gloyma nær tey skulu lata børnini koppseta, tí arbeiddi Heilsustýrið við eini skipan, sum minnir foreldur á tá tíð er at koppseta børnini.
Heilsustýrið boðar frá, at nú er roknarin tøkur,
Tú tøppar føðingardagin hjá barninum inn, so sæst nær barnið skal koppsetast.
Royn roknaran her:
Les meira um barnakoppseting her