SVEINUR TRÓNDARSON
Fríggjadagin var Lands-kass-a-roknskapurin 1997 al-mannakunngjørdur. Sum kunn-ugt gjørdist 1997 nógv betri enn væntað var tá fíggj-arlógin var viðtikin. Tá upprunajáttan og eyka-játt-an-ir vóru lagdar saman var roknað við einum und-ir-skot-ið uppá uml. 13 mió. krónur.
Men soleiðis gekk tó ikki. Tað er eingin loyna, at um-støðurnar kring um okkum hava gjørt tað møguligt at fáa meiri burturúr tilfeingi okkara og tá tað gongur væl sæst tað aftur í vaksandi inn-tøkum til landskassan.
Øll kenna vit søgurnar um hækkandi fiskaprísir, bæði úti í heimi og her heima og tað hevur m. a. skapt ein øktan aktivitet í sam-fel-ag-num.
Endaliga úrslitið fyri lands-húsarhaldið fyri 1997 var tí eitt yvirskot uppá knapp-ar 178 mió. krónur og tað merkir, at ársúrslitið gjørd-ist uml. 190 mió krónur betri enn væntað.
Meiri tøkur peningur
Í tráð við gongdina í sam-felagnum, so hevur eydnast landstýrinum at hava meiri pening liggjandi í lands-kass-a-num. Tøki peningurin við árslok 1997 er um 130 mió. krónur hægri enn hann var í 1996.
Tað er sjálvsagt eitt gott tekin, at landsstýrið hevur meira liggjandi á kistu-botn-inum, og tað er sjálvsagt eisini alneyðugt, at tað er so.
Eingin veit á morgni at siga hvussu búskapurin skikk-ar sær og tí er neyðugt at landskassin hevur tøkan pening til at taka, um slepp-ast skal undan at fara út á lánimarknaðin, tí skuldin hjá landskassanum er nóg stór, sum hon er framm-an-und-an. Við árslok var skuld-in 5,8 mia. krónur.
Men tað sær tó út til at ganga striltið hjá lands-kass-a-num at fáa allan peningin inn. Skuldararnir eru øktir við uml. 16 mió. krónum í mun til 1996. Tølini eru ikki so øgiliga stór, men tó er gongdin ikki tann rætta.
Av tí at tað gongur rættan veg við úrslitinum fyri árið, so verður útjavningarkonto-in eisini vakrari at hyggja at. Henda konto hevur verið negativ í ólukkumát í nógv ár, tí úrslitini hava verið sum tey hava, men við teim-um útlitum sum eru í løtuni, er møguleiki fyri eini meira positivari gongd.
Stýriamboð
Tá nýggja stýris-skip-ana-r-lóg-in kom í gildi hevði tað við sær, at landskassa-roknskapurin skal verða liðugur í seinasta lagið 1. juli árið eftir. Tað hevur næstan ong-antíð verið vanligt her heima og tí hava politikarar og umsitingin ikki kunna brúkt roknskapin til eitt stýr-i-amboð, men hetta verð-ur broytt nú.
Í byrjanini av 90 árunum avgjørdi Gjaldstovan at stand-ardiserað lands-rokn-skapin og nú seinast í níti árunum er hetta arbeiðið við at verða komið upp á pláss.
Og við stand-ard-i-ser-ing-u-num fylgja møguleikarnir.
Tí í roknskapinum fyri 1997 er fyri fyrstu ferð møg-u-ligt at síggja eitt realbúskaparlit yvirlit.
Hetta fína navn dekkar út yvir tann veruleika at tað fyri fyrstu ferð ber til at síggja hvussu nógvar lønir landskassin hevur útgoldið ella hvussu stórar rakstr-ar-út-reiðslurnar hjá lands-kass-a-num eru. Samstundis ber eisini til at síggja hvussu stórar tær samanlagdu íløg-ur-nar eru.
Orsøkin til hetta er, at allir stovnarnir koyra við somu kontoskipan - Kontoskipan Landsins - og tí ber til at gera samankoyringar.
VIT FARA Í NÆSTU VIKU AT GERA MEIRA VIð LANDS-KASSA-ROKN-SKAPIN FYRI 1997, SUM VAR LAGDUR FRAM Á TÍð-IND-A-FUNDI HÓSDAGIN.