Roktúr eftir garantieftirlit

Trolararnir, Bakur og Stelkur, sum hava verið úr vinnu í tilsamans 40 dagar vegna garantieftirlit og aðrar broytingar, gjørdu ein roktúr, tá ið teir fóru til fiskiskap aftur. Teir royndu í 5-6 dagar og komu aftur við fullum skipum

Fiskivinna

Eftir at hava verið úr vinnu í 40 dagar vegna garantieftirlit og ymiskar broytingar, fóru Bakur og Stelkur nýggjan túr aftur týsnáttina í seinastu viku.
Teir royndu einar 5-6 dagar og lógu í gjáramorgunin landingarklárir í Saltangará við umleið 300.000-340.000 pundum av upsa.
Ragnar Olsen, reiðari, sigur, at skipini, sum høvdu roynt eystanfyri, vóru full undir lúkurnar.
Hann sigur, at upsin er frægari til støddar nú, enn hann hevur verið leingi, og hann vónar, at hetta í longdini fer at spyrjast aftur í betri upsaprísi.
- Tað gongur í hvussu er rætta vegin við støddini á upsanum, ásannar reiðarin.
Ragnar Olsen sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvørji onnur skip koma at landa á Beta hesa vikuna, men hann væntar, at Smaragd og Safir koma aftur av túri, áðrenn vikan er úti.
- Vit hava eisini onnur skip, sum javnan leggja veiðina upp her hjá okkum, sigur hann.
Skipari á Baki er Ólavur Samuelsen, og Kjartan Egholm er skipari á Stelki.