Romario bíðar við nummar 1000

Brasilski fótbóltsspælarin, Romario, skeyt um vikuskiftið mál nummar 999 á síni yrkisleið, men nú ætlar hann at bíða við at skjóta mál nummar 1000

Vasco Da Gama spælir um á útivølli ímóti Americano í vikuni, og her hugsar Romario um at sita yvir, tí hann vil skjóta mál nummar 1000 á heimavøllinum, Maracana. Maracana var nevniliga eisini vøllurin, har brasilska fótbóltslegendan, Pelé, skeyt sítt mál nummar 1000. Sunnudagin fær Romario møguleikan at koma uppá tey 1000 málini, tá Vasco Da Gama tekur ímóti Bogafoto á Maracana.