Ronaldo er betri enn Zlatan

Venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson gleðir seg nógv til 1/8 finaluna ímóti Inter í kvøld. Hann er ikki í iva um hvat lið eigur tann størra profilin.

 

- Zlatan Ibrahimovic er størsta stjørnan hjá teimum, og hann er vorðin nógv meira búgvin. Hann hevur eisini havt eitt fantastiskt kappingarár higartil. Men Christiano Ronaldo er fantastiskur, og eg haldi, at hann er tann betri spælarin.

Hetta sigur Alex Ferguson við svenska blaðið, Aftonbladet.

 

- Inter er eitt ótrúliga gott lið, og talan verður um ein fantastiskan dyst. Megna vit at skora á útivølli í kvøld, so hava vit stórar møguleikar fyri at vinna okkum víðari í kappingini. Staðfestir Alex Ferguson. Dysturin millum Inter og Manchester United byrjar kl. 19.45 í kvøld.