Hesum hevur Fótbóltssambandið boðað frá í morgun. Portugisiska fótbóltssambandið hevur boðið Føroyum til dystin sum liður í sínum fyrireikingum til komandi HM-undankapping, og hesum hevur FSF tikið av.
Føroyar skulu í september mánaði spæla á útivølli móti Serbia og á heimavølli móti Rumenia.