Real Madrid var á vitjan hjá Hercules, sum fyrr í ár vann á Barcelona á Nou Camp. Hercules kom eisini á odda longu í triðja minutti við máli frá fyrrverandi Juventus framherjanum, David Trezuguet. Í seinna hálvleiki javnaði Ángel Di María fyri Real Madrid, ið hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið. Bjargingarmaðurin hjá kongafelagnum var enn eina ferð Cristiano Ronaldo. Í seinastu tíggju minuttinum skoraði hann tvær ferðir og tryggjaði harvið at Real Madrid framvegis er oddalið í sponsku La Liga.
Barcelona, sum vitjar í Parkini í Keypmannahavn týskvøldið, hevði vitjan av Sevilla. Tað gingu bara fýra minuttir so hevði Lionel Messi lagt Barcelona á odda. Um miðjan fyrra hálvleik økti David Villa til hálvleiksstøðuna 2-0. Stutt fyri hálvleik fekk Sevilla leikarin, Abdoulay Konko, sítt seinna gula kort fyri eina heldur óneyðuga takling. Í seinna hálvleiki hevði Barcelona ikki stórvegis trupulleikar av teimum tíggju á Sevilla liðnum. Dani Alves, Lionel Messi og David Villa øktu við hvørsínum máli til endaliga úrslitið 5-0.
Real Madrid liggur fremst við 23 stigum fyri níggju dystir, meðan Barcelona hevur 22 stig eitt pláss aftanfyri.