Ronaldo verður ikki meistari

Seria A: Juventus kann ikki longur blíva meistari í Italia, eftir at Inter Milan í gjár vann sín dyst

Juventus hevur verið einaráðandi seinastu níggju árini í italsku Seriu A, men í ár verður nýggjur meistari í landskappingini.

Inter Milan er klárt oddalið í deildini. Í gjár vinnu teir 2-0 á útivølli móti Crotone og eru komnir upp á 82 stig. Tað eru 13 stig fleiri inn granarnir úr AC Milan, sum eru nummar tvey við 69 stigum. Síðani koma Atalanta og Napoli við ávikavist 68 og 66 stigum á triðja og fjórða plássi.

Juventus satsaði stórt, tá felagið í 2018 keypti Cristiano Ronaldo. Málið var at vinna Champions League, men hesi árini hevur endastatiónin verið í endaspælinum móti feløgum sum Ajax, Lyon og FC Porto.

Undan hesum kappingarárinum bleiv Andrea Pirlo settur sum venjari, men hóast eginleikarnir á vøllinum vóru framúr, so tykist hann enn hava nakað at læra sum venjari. Eftir níggju meistaraheiti upp í slag, so verður luturin hjá Juventus og Cristiano Ronaldo í endaspælinum at tryggja sær pláss í topp fýra, so felagið sleppur í Champions League komandi kappingarár, nú European Super League ikki bleiv til nakað – hóast Juventus arbeiddi hart fyri tí.

1Inter Milan34257274:2982
2AC Milan34216762:4169
3Atalanta33208578:3968
4Napoli33213973:3766
5Juventus33199565:3066
6Lazio32194956:4661
7Roma331671058:5155
8Sassuolo331410955:5052
9Hellas Verona341191441:4242
10Sampdoria331261543:4742
11Udinese331091438:4439
12Bologna331081544:5338
13Genoa338121337:4836
14Fiorentina338101542:5434
15Spezia348101643:6334
16Torino326131346:5631
17Cagliari33871839:5631
18Benevento347101737:6831
19Parma333111936:7020
20Crotone34532642:8518