Ronaldo vil verða kongur

Fótbólturin er framvegis alt hjá Cristiano Ronaldo, men tá tann tíðin er farin, ætlar hann sær at njóta lívið.

 

 

Aftan á fótbóltskarrieruna eru tað nógvir spælarar, sum velja at verða verandi í fótbóltsheiminum í onkrum øðrum leikluti.

 

Onkrir gerast venjarar, aðrir ítróttarstjórar ella annað. Men soleiðis verður tað ikki hjá Cristiano Ronaldo, sigur hann.

 

– Eg havi eitt fantastiskt lív, men eg haldi, at eg fari at njóta tað meira, tá eg verði liðugur við fótbóltin, sigur Real Madrid-stjørnan í samrøðu við El Mundo.

 

– Leygardagin er ein boksidystur í Las Vegas, og eg vildi fegin farið hagar við vinum mínum, men tað kann eg ikki, tí eg havi ikki stundir.

 

Eg tími ikki at gráta um tað, tí eg havi sagt – í gásareygum – at eg havi valt at »ofra« tað, men eftir karrieruna ætli eg mær at liva sum onnur, sigur Ronaldo.

 

Hann vil njóta teir mongu pengarnar, hann hevur tjent og tjenar upp á fótbóltskarrieruna, og tí tørvar honum onga framtíð í fótbóltsheiminum – í øllum førum ikki nú.

 

– Spyrt tú meg nú, um eg vil verða venjari, er svarið nei. Heldur ikki ítróttarstjóri ella klubbforseti, sigur Ronaldo.

 

Sambært amerikanska blaðnum Forbes fer Ronaldo neyvan heldur at líða nakra neyð í sínum »kongalívi«, tá gaggurnar eru settar á hillina.

 

Sambært Forbes er Ronaldo tað ítróttarfólk, ið tjenar triðmest við eini inntøku upp á 545 milliónir krónur um árið.

 

30 ára gamli Ronaldo er tríggjar ferðir kosin heimsins besti fótbóltsspælari – harímillum tvey tey síðstu árini, og hann hevur fleiri skoringsrekordir longu.

 

Í dag heldur Ronaldo fram við máljagstranini, tá Real Madris vitjar Valencia í sponsku liga'ini.