Ronnie misnýtti gyltan møguleika

EB/Streymur misnýtti brotsspark í síðstu løtu, og so endaði tað javnt

Fyrsti landskappingardysturin í bestu deildini í ár er liðugur. Í frálíkum líkindum spældu EB/Streymur og ÍF í Hólmanum á Eiði. Úrslitið var 1-1.

ÍF legði seg á odda seks minuttir undan steðginum, tá ið Uros Stojanov við høvdinum setti bóltin í netið, eftir at Karl Løkin við frísparki úr høgru hevði lagt innfyri, og Steinbjørn Olsen frá handara stólpa legði inn fyri málið aftur.

Sum seinni hálvleikur leið, legði heimaliðið alt meiri í roynd at javna, og tað eydnaðist, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Í hesum førinum var verjuparturin hjá ÍF ikki so sannførandi.

Tað var Ronnie Møller-Iversen, sum javnaði til 1-1, og Ronnie Møller-Iversen hevði risa stóran møguleika í síðstu løtu at skora sigursmálið.

Dómarin, Eiler Rasmussen, bríkslaði fyri brotssparki til EB/Streym, tá ið fýra minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina. Ronnie Møller-Iversen varð settur at skjóta, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið, og so endaði tað 1-1. 

 

https://www.in.fo/ferdastiforoyum/myndasavn-forsida/