Rópti, bannaði og svingaði við øksini

- Hann kom rennandi beint móti mær, meðan hann rópti, bannaði og svingaði við øksini.


Soleiðis lýsir Gvøðny Miriam Gunnarson støðuna, tá hon endaði mitt í rokanum í Miðvági um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið, har ein maður hótti fólk við eini øks.


Gvøðny Miriam Gunnarson var júst komin til Føroya við flogfarinum, og var einsamøll í bili, tá hon kom til Miðvágs.


- Eg koyrdi aftanfyri ein stóran bil, ið brádliga steðgaði í Miðvági. Eg sá at onkur var á vegnum, men hetta var nær við ein pitsahandil, har ung plaga at savnast, so eg hugsaði bara, at tað mátti vera onkur fullur ungdómur.


- Bilførarin frammanfyri tyktist tó ikki at vita hvat hann skuldi gera. Eitt skifti fór hann úr bilinum, men var skjótur inn aftur, og so byrjaði hann at bakka, og koyrdi so framaftur, men kom ikki ordiligan nakran veg. Eg fekk illgruna um, at bilførarin kanska ikki sjálvur var heilt óávirkaður av rúsdrekka, greiðir Gvøðny Miriam Gunnarson frá.


Ótolin og ikki vitandi hvat hendi, tók Gvøðny Miriam Gunnarson avgerðina um at koyra framum bilin, og var tað tá, at hon møtti øksamanninum.


- Eg rendi meg beint inn í mannin. Hann stóð har, ein stórur maður við langum gráum skeggi og hári, og líktist mest einum trølli. Hann kom rennandi beint móti mær, meðan hann rópti, bannaði og svingaði við øksini, meðan hann hevði okkurt annað í hinari hondini.


- Eitt lítið bil hugsaði eg, at tað vóru bara tveir møguleikar. Antin koyrdi eg á mannin og dráp hann ella royndi eg at bakka. Av tí at aðrir bilar vóru aftanfyri meg, bar tað ikki til at bakka, so eg koyrdi víðari og royndi at snara undan manninum, sigur Gvøðny Miriam Gunnarson.


At maðurin meinti tað í álvara, fekk Gvøðny at sanna, tá hon hoyrdi eitt smell í takinum.


- Hann sló niður í takið á bilinum við øksini, so at eitt hol kom á takið. Eg koyrdi tó víðari, men bráðsteðgaði, tá eg sá, at hann hevði lagt ymiskt á vegin, ið skuldi forða ferðsluni, sigur Gvøðny Miriam Gunnarson og leggur aftrat.


- Eg hugdi so afturum og sá, at maðurin aftur kom rennandi eftir mær. Stórur og ógvusligur, meðan hann bannar og blotar. Tað sást á honum, at har var okkurt heilt galið. Eg haldi ikki tað var rúsdrekka, tí hann hevði fult stýr á likaminum.


Gvøðny Miriam Gunnarson valdi at koyra á forðingina, fyri at sleppa til rýmingar.


- Eg koyrdi á forðingina og tíbetur punkteraði eg ikki. Eg koyrdi so nakað burturúr frá, áðrenn eg steðgaði bilinum. Eg hevði ikki gjørt SIM-kortið virkið, so eg mátti steðga einum bili, so eg kundi ringja til løgregluna. Teir komu eina løtu aftaná, og brúktu einar fimtan minuttir at fáa tamarhald á manninum, sigur Gvøðny Miriam Gunnarson um heldur ógvusliga hendingina í gjárkvøldið.