NOREG
Í norskum fótbólti er tað, sum tað plagar at vera. Eftir at Rosenborg stóran part av kappingarárinum ikki hevur verið serliga sannførandi, hava teir síðani summarsteðgin verið nógv mest støðuga liðið, og nú skal vilja heilt illa til, um teir ikki megna at endurvinna meistaraskapin, sum teir seinastu ellivu árini hava átt.
Í annaðkvøld skulu teir spæla í Brøndby, og tá verður avgjørt, um tað verður Rosenborg ella Brøndby, sum skal spæla í europeisku meistarakappingini. Norska liðið, sum hevur verið við í meistarakappingini nógvu tey seinastu árini, hevur bestu kortini á hondini. Teir vunnu 1?0 á heimavølli, og um eydnast teimum at skora eitt mál í annaðkvøld, so skal Brøndby skora í minsta lagið trý mál.
Sunnudagin hevði Rosenborg vitjan av botnliðnum Moss. Heimaliðið vann 2?0, men tað gekk striltið at fáa mál. Fimm minuttir restaðu, tá teir fingu hol á, og so staðfestu teir tveir minuttir seinni.
Lyn gjørdi leygardagin sítt fyri at halda tørn um næstfremsta plássið. Teir vunnu 1?0 á Vålerenga, sum er ovast av liðunum, ið stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.
Lillestrøm er framvegis í niðurflytingarvanda. Hesa ferð gjørdu teir eitt orduligt hál. Á heimavølli vunnu teir 7?0 á Start. Samstundis var eftir 20 umfør heilt greitt, at liðið úr Kristiansand flytir niður í næstbestu deildina.
Sogndal hevur leingi stríðst fyri at sleppa undan niðurflytingini. Vandin er ikki av, men tað kom sera væl við hjá Sogndal, at teir sunnudagin vunnu 3?2 í Bergen ímóti Brann, sum liggur tungt í sjónum. Í løtuni er Brann á plássinum, sum ber kvalifikatiónsumfar um rættin til pláss í bestu deildini við sær.
Bronsuplássið kom nærri
Trý lið hava verið við í kappingini um triðja plássið, sum ber bronsukrónur og Europa Cup luttøku við sær. Umframt Molde er talan um Stabæk og Odd Grenland úr Skien.
Molde vann í vikuskiftinum, meðan hini bæði liðini í innanhýsis uppgerð í Skien spældu 1?1.
Jákup Mikkelsen var á beinkinum, tá Molde vann 2?1 á Bryne. Talan var ikki um stórvegis undirhald. Sum so ofta áður fekk Molde eitt mál upp á brotsspark. Bara 4.303 áskoðarar møttu upp. Tað er lægsta áskoðaratalið á heimavøllinum í ár. Vónbrotið eftir 2?1 tapið á heimavølli ímóti Rosenborg sást aftur. Tann dystin sóu 11.167 áskoðarar.
Í 20 dystum eru bara seytjan mál farin ígjøgnum hjá Molde. Tað er lægsta talið í tippuliguni. Trupulleikin hjá Molde er, at teir megna ikki at skora nóg nógv mál sjálvir.
Í síðstu viku varð triði málverjin, Knut Lillebakk, aftur útleigaður. Nú er hann í Ålesund, sum spælir í næstbestu deildini.