Rosenborg setti Molde upp á pláss

Heldur ikki hesa ferð var avrikið hjá manninum, sum forðar Jákupi Mikkelsen at spæla á besta liðnum, nakað serligt

Molde var í Tróndheimi hóskvøldið. Heimaliðið, Rosenborg, sum ikki hevði verið sannførandi í fyrstu umførunum, var eirindarleyst. Frá 29. og til 42. minutti skoraðu teir trý mál. Molde megnaði ikki at svara aftur. Tískil vann Rosenborg 3?0. Tað var uppiborið. Harald Brattbakk skoraði triðja málið. Hetta var 124. málið, sum hann hevur skorað fyri Rosenborg. Tað er nýtt met. Harald Brattbakk hevur í fleiri umførum spælt við Rosenborg.
Rosenborg var hóskvøldið gingið frá 4?3?3 spælskipanini, sum teir so leingi hava hildið seg til. Teir høvdu hesa ferð ein spælara aftanfyri tveir teir fremstu. Molde verjan hevði sera ilt við at finna út av broytingini. Rosenborg hevði nógvar møguleikar, og teir raktu fleiri ferðir í træverkið.
Jákup Mikkelsen var heldur ikki hesa ferð í Molde málinum. Gunde Bengtsson hevði aftur hesa ferð tikið Eddie Gustafsson framum. Heldur ikki hesa ferð fær hann nakað serligt skoðsmál fyri avrikið. Spurningurin er so, hvussu leingi venjarin velur at hava sama málverjan millum stólparnar og nær, hann fer at geva Jákupi Mikkelsen møguleikan. Venjarin og norskir fjølmiðlar hava fyrr í vár staðfest, at Molde er tað liðið, sum hevur tveir teir javnbestu málverjarnar.
Áður hevur verið nevnt, at Jákup Mikkelsen fór at fáa møguleikan, tá Eddie Gustafsson fór við svenska landsliðnum til HM kappingina í Japan og Suðurkorea. Nú er svenska ferðalagið til HM endaspælið úttikið, og Eddie Gustafsson er ikki millum teir kosnu. Tað er FCK málverjin Magnus Kihlstedt harafturímóti.

Lillestrøm var vónbrot
Lillestrøm verður roknað sum stóri avbjóðarin hjá Molde. Hóskvøldið hevði Lillestrøm vitjan av Moss. Úrslitið var 1?1, og tað verður ikki hildið at vera eitt gott úrslit hjá Lillestrøm. Eftir dystin ásannaði Jan Åge Fjørtoft ? ein av álopsmonnunum hjá Lillestrøm ? at brotssparkið, sum varð dømt til hansara ikki hevði nakað við brotsspark at gera. Hann filmaði seg til tað, segði hann sjálvur.
Bodø/Glimt hevur verið sera sannførandi í fyrstu umførunum. Mikukvøldið vóru teir í Skien og spældu ímóti Odd Greenland. Aftur hesa ferð gekk undan hjá Bodø, sum fór norður aftur við 3?2 sigri.
Viking Stavanger hevur havt ilt við at standa seg í fyrstu umførunum. Men hesa ferð gekk væl. Ímóti Vålkerenge, sum hevur fingið nógv burturúr fyrstu dystunum, vann Viking á heimavølli 4?1.
Lyn hevði heimavøll ímóti Start úr Kristiansand. Heimaliðið vann tepran 1?0 sigur. Sogndal er niðast. Teir hava bara tvey stig. Hesa ferð spældu teir ikki. Dysturin á heimavølli ímóti Bryne var útsettur.
Tað verður spælt aftur í Noregi í morgin. Tá skal Molde spæla á útivølli ímóti Bryne.