Í Roskilde høvdu tey annars vónað, at klaksvíkingurin fór at verða klárur til dagsins dyst móti Lyngby, men tíverri fyri teir og Atla Danielsen, so sat hann eisini millum áskoðararnar í dag.
FC Roskilde tapti tepurt á útivølli fyri Lyngby, og 1-0 gjørdist endaliga úrslitið. Tapið hevur við sær, at tað er sær tætt millum liðini beint omanfyri niðurflytingarmarkið. Skive er tað liðið, sum liggur tættast markinum, men er bara eitt stig frá FC Roskilde og Atla Danielsen. Tíbetur fyri teir, so tapti Skive í dag.
Hinvegin kom Hvidovre við Lukasz Cieslewicz á liðnum ájavnt FC Roskilde í stigum, men hevur betri málúrtøku. Hvidovre spældi nevniliga málleysan javnleik móti Frem, sum var mannað uttan føroyingar í dag.
Støðan í donsku 1. deild er henda:
1 AC Horsens 54
2 Lyngby 49
---
3 Fredericia 47
4 AB 47
5 FC Vestsjælland 40
6 Viborg 35
7 FC Fyn 34
8 Næstved 30
9 Vejle 30
10 Thisted 29
11 Hvidovre 27
12 FC Roskilde 27
13 Skive 26
---
14 Kolding 21
15 Frem 16
16 Brabrand 12