Rosmunda er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, hon er nummar trý í røðini av teimum átta børnunum hjá Andreu, f. Danielsen, og Christian Sofus Eldevig í Fuglafirði. Hon giftist í 1951 við Jacob Oluf Joensen úr Fuglafirði, sonur Hannu, f. Jacobsen, og Andreas Joensen í Fuglafirði. Tey giftust inn til foreldrini hjá Jacob Olufi. Rosmunda og Jacob Oluf eiga fýra børn, tey eru: Hanna, Ann-Elisabeth, Sonja og Andras, ið eru tvíburar.
Tá børnini vóru smá, og Jacob Oluf sigldi, hevði hon til arbeiði at gera trol fyri Trolvirkið í Fuglafirði, hetta arbeiðið gjørdi hon heima, meðan hon passaði børnini. Miðskeiðis í 60-unum fekk Jacob Oluf starv sum umsjónarmaður á Havsbrún, hetta starv røkti hann í 35 ár. Rosmunda og Jacob Oluf hava altíð staðið væl saman. Tá hann arbeiddi á Havsbrún, var telefonin vanliga stilla heim til teirra eftir arbeiðstíð, og Rosmunda avgreiddi ofta samtalurnar við skipini, sum skuldu inn á Fuglafjørð at landa. Rosmunda hevði í nógv ár handilin "Aldan", ið m.a. seldi útgerð til skip, saman við beiggja sínum Sigurðjón, sum annars fylti 60 ár, sama dag sum Rosmunda fylti 70. Hann býr í Grønlandi í dag. Tá tey góvust við handlinum, fór Rosmunda at arbeiða á flakavirkinum í Fuglafirði, har hon var arbeiðsformaður í fleiri ár. Seinni arbeiddi hon nøkur á Toystovuni í Fuglafirði. Sum yngri vóru Rosmunda og Jacob Oluf virkin í ítróttarfelagnum ÍF, har tey t.d. syrgdu fyri útlendsku spælarunum, sum komu til bygdina. Rosmunda er virkin limur í pensionistafelagnum í Fuglafirði, har hon eisini situr í nevndini. Saman við manninum ferðast hon nógv uttanlanda. Annars nýtur hon sína tíð til at seyma, binda og brodera, hon ger eisini ymiskt til føroysk klæðir. Hon eigur 6 ommubørn og 3 langommubørn.