Seint seinnapartin í dag, tá ið fólk vóru á veg til hús, tarnaði eitt ross ferðsluni uppi á Marknagilsvegum í Havn eina góða løtu.
Rossið gekk mitt á vegnum og ferðslan steðgaði eina løtu, sigur ein bilførari, sum var á veg til hús.
Løgreglan sigur, at nógv fólk ringdi og boðaði frá rossinum, so tey sendu aktingarmannin eftir tí.
Hann var rættiliga skjótur á staðnið, men bilførarar siga fyri in.fo, at rossið var at kalla sansaleyst av ræðslu og rann aftur og fram á vegnum, púra frá sær sjálvum.
Tá ið aktingarmaðurin kom eftir tí, helt tað undan, men tað eydnaðis at fáa tað inn aftur í stikið, haðani tað var komið.
Løgreglan sigur, at tað er als ikki ókent fyribrigdi, at ross, og onnur djór, eru til ampa til fólk og ferðslu.
Myndin er tikin, beint tá ið aktingarmaðurin var komin á staðið. Tá varð rossið farin niðan frá vegnum og varð blivið róligari aftur, men tá ið aktingarmaðurin kom, helt tað til beins undan