Roxette møguliga ársins summarlandaplága

Danska P3 hevur í summar havt ávegis atkvøður um at finna ársins avgjørda summarhitt á DR P3.

Fimm eru nú í finaluni.

Talan nýtist ikki at vera um ein sang um sól, summar og sólkrem. Heldur eru hittlistarnir síðani 1986 hugdir ígjøgnum, og farið er nú úr 78 hittsangum og niður til teir fimm finalistarnar, ið til ber at atkvøða fyri á heimasíðuni hjá P3.

 

Svensku Roxette liggja væl fyri við sangi frá 1990; It Must Have Been Love.

Take That eru eisini við. 1995; What you want.

So eru tað Spice Girls, 1996; Wannabe.

Team Easy On eru við. 2004; De skal Have Baghjulet nede i Touren.

Og so Gnarts Barkley; 2006; Crazy.