Roy er aftur í Premier League

 

Fyri fimm vikum síðani var hann sparkaður úr Liverpool, nú er Roy Hodgson aftur venjari í Premier League. Eftir 3-0 tapið móti Manchester City seinasta vikuskiftið, valdi leiðslan í West Bromwich at koyra venjarin, Roberto Di Matteo. Nú hevur felagið kunngjørt, at Roy Hodgson er nýggjur venjari í felagnum. Roy Hodgson var venjari hjá Liverpool í fyrru hálvu av hesum kappingarárinum, men var koyrdur frá fyri góðum fimm vikum síðani.

 

Roy Hodgson hevur skrivað undir sáttmála fyri restina av hesum kappingarárinum og komandi ár. Hann er 63-ára gamal og hevur verið venjari hjá millum annað Bristol City, Malmo FF, Inter Milan, Blackburn, Grasshopper, FCK, Udinese og Fulham. Hann hevur eisni verið landsliðsvenjari hjá Sveits og Finnlandi.