Norðurlendska vetrarkappingin í fótbólti, Royal League, liggur tungt í sjónum. Áhugin fyri kappingini hevur ikki verið tann stóri millum áskoðararnar, og nú er ivasamt, um nøkur veruliga avtala um sjónvarsrættindi fæst. Samráðingarnar eru stegðaðar, og í Noregi hava tey einki mót um framtíðina hjá kappingini. Stjórin fyri kappingina, Børge Bach, vil tó ikki gera enda á kappingini enn. Hann hevur framvegis vónir um, at tað skal lata seg gera, at fáa eina sjónvarpsavtalu.