Hvørkratakið á roykjarar verður alsamt fastari og fastari.
Nú ætlar SKAT í Keypmannahavn, sum svarar til okkara TAKS í Føroyum, at roykjarar skulu arbeiða longri enn tey, sum ikki roykja.
Á Skat í Danmark stempla roykjarar út, tá ið teir fáa sær ein roykisteðg og stjórin sigur við danskar miðlar , at ein roykjari arbeiðir fimm tímar minni um vikuna enn eitt starvsfólk, sum ikki roykir.
Og tað skulu roykjarar so arbeiða longri um vikuna enn tey, sum ikki roykja.
Men tey hava eisini langan veg at roykja, tí tey skulu fimm hæddir niður fyri at sleppa út um, tí royking er ikki loyvt innandura.
- Vit rinda 400 milliónir í lønum í árið fyri fyri tað, vænta vit at fáa samvitskufult arbeiði afturfyri, sigur hann.
Hann sigur, at tann, sum roykir, má eisini vera fyrireikaður upp á, at tað skal ikki føra til skerda arbeiðstíð.
Tað eru fleiri og fleiri arbeiðspláss, sum krevja, at roykjarar stempla út, tá ið teir roykja, men hinvegin eru mong, sum halda, at nú eru arbeiðsgevarar við at fara út um mark.