Fleiri íbúgvar á vesturstrondini á Grønlandi hava í dag verið órógvaðir av royki og myrkum himmali. Onkrir íbúgvar hava eisini sett sær spurningin, um tað møguliga er eldur í onkustaðni nærindis.
Men, bæði Grønlands Politi og veðurfrøðingar hjá DMI hava í dag sagt fólki, at talan er ikki um eld, men um eitt fyribrigdi, sum helst stavar frá skógareldi í Kanada.
Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Gedion Qvist, sigur við Sermitsiaq, at tey hava fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, sum hava undrað seg yvir luktin og myrku luftina yvir fleiri býum og bygdum kring grønlendsku vesturstrondina.
Løgreglan vissar um, at tala ikki er um nakran eld í Grønlandi, men at roykurin, sum kennist í næsunum, kann vera keðiligur fyri fólk, sum hava lungnasjúkur.
Veðurfrøðingurin hjá DMI, Anette Hartvig Nielsen, sum er í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk í løtuni, sigur, at roykurin hevur sín uppruna í skógareldi, sum í løtuni herjar í Kanada.
- Tað var leingi myrkt her fyrrapartin. Tað tóktist jú sum dómadagur, sigur Anette Hartvig Nielsen við Sermitsiaq.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur, at eingin vandi er á ferð hjá fólki, sum eru frísk. Sama sigur átaksleiðarin í Kommuneqarfik Sermersooq, Jes Damgaard Andersen.
- Hetta er eingin trupulleik fyri fólk, sum eru frísk, men líður tú av astma ella øðrum lungnasjúkum, kann roykurin kennast keðiligur. Tí er tað okkara tilmæli, at fólk við lungnasjúkum halda seg innandura, um tey merkja, at roykurin er til fortreð, sigur landslæknin.
Fleiri íbúgvar í Grønlandi hava sagt, at eitt nú bilar og trappur eru dekkað við sót, eins og kavin var gráur í morgun.
##med2##