Hvalbingar noyddust at bíða til sunnudagin, áðrenn teir hesa ferð sóu fótbólt á grasvøllinum. Onkur helt skemtiliga fyri, at hetta var góð tillaging til komandi ár, og tað er framvegis møguleiki fyri, at Royn skal flyta upp í 1. deild og harvið spæla heimadystirnar sunnudag.
Hvalbingar gera í hvussu so er sín part fyri at tað skal eydnast at røkka næstfremsta plássinum og harvið møguleikanum fyri tveimum dystum um eitt pláss í 1. deild. Hesa ferð høvdu teir fingið Jákup Midjord heim úr Danmark, og dysturin var útsettur til sunnudag, tí teir vildu hava U-16 landsliðsmannin Gisla Dánjalsson við.
Royn legði harðliga fyri. Væl stýrdir av Eyðsteini Jacobsen á miðvøllinum kroystu teir gøtumenninar, og teir gulu kendu seg so strongdar, at í staðin fyri at spæla so kendu teir seg oftast noyddar at sparka burtur.
Men tað kom einki mál fyrrenn í 2. hálvleiki. 53 minuttir vóru farnir, tá Njálur Niclasen við frágera hegnisligum langskoti úr vinstra borði lyfti framvið Rúna Joensen og inn í málhornið. Og fimm minuttir seinni gjørdist tað 2-0. Hesa ferðina var talan um ikki nóg neyvan temjing í GÍ verjuni ? teir hildu at grasvøllurin spældi verjumanninum eitt puss ? og so var Eyðun Gullok Svalbard fyrstur á og smekkaði í kassan úr sjey metrum.
Eftir 2-0 málið var tað, sum um hvalbingar høvdu lyndi at taka seg eitt sindur aftur, og so gekk tað nógva fyri seg á teirra hálvu. Tríggjar minuttir fyri leiklok minkaði Jóhannes Petersen um munin, tá hann rann høgt innlegg frá Tummasi Magnussen framvið Lars Müller í Royn málinum.
GÍ hevði fleiri hornaspørk síðstu løtuna, og tað var um reppið, at teir fingu stýrt einum tvørbólti í málið. Teir iðraðu seg aftaná um, at tað ikki eydnaðist, men samstundis ásannaðu teir, at tað var á góðari leið, at stigini vóru eftir í Hvalba.