Aftur í ár skipar Føroya Tele fyri GameJam-tiltaki í Føroyum. Endamálið er at savna fólk at gera telduspøl.
Í stuttum gongur GameJam út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innan 48 tímar, og síðani vísa tað fram.
Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl.
Samstundis er tað arbeiðskrevjandi at framleiða telduspøl, sum eru kappingarfør á tí risastóra marknaðinum, sum telduspælmarknaðurin er.
- Tó er góður møguleiki saman at skapa grundarlag fyri at vit kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum, skrivar Íverksetarahúsið, sum skipar fyri tiltakinum saman við Føroya Tele.
Telduspælið Wormsteak, sum vann FT GameJam í fjør, varð herfyri slept sum spæl til fartelefonir og er at fáa á Play Store og Appstore.