Hvussu kenna tey mítt loyniorð? Tað er Sjúrður Skaale, sum spyr. Hann fekk fyrradagin eini boð frá Google, um at onkur, staddur nærindis Aserbadjan, hevur roynt at koma inn á hansara teldupostadressu.
Boðini frá Google eru ikki til at taka feil av: Tey vita, hvat loyniorðið hjá tær er, og tí mást tú broyta tað beinanvegin.
Í næstum ætlar Fíggjarmálaráðið sær til kunningarfund í Danmark, júst við hesum endamáli at kunna seg betur um trygd, tá fólkavald og embætismenn eru á ferð í útlondum.
Í fleiri øðrum londum fáa fólkavald og embætisfólk forboð móti at taka tænastutelefonir sínar við til ávís lond, so sum Iran, Russland og Kina. Fyrrverandi norski fiskivinnumálaráðharrin, Per Sandberg, mátti herfyri frá, millum annað tí at hann hevði tikið telefonina við á ófráboðaðari ferð til Iran.
Sjúrður Skaale sigur, at hann eisini hevur verið á tænastuferð til bæði Russlands og Iran seinastu árini.
- Áðrenn farið var til Iran var tað eitt krav, at eitt serligt trygdarforrit varð lagt á telefonina. At sonevndar snild-telefonir eru viðbreknar er eingin ivi um. Loggar tú á eitt wifi-kervi á t.d. einum hotelli, kunnu onnur fáa atgongd til telefonina, skrivar hann.
Sjúrður Skaale skrivar víðari, at hann hevur júst verið í Finnlandi og Norðurnoregi, tætt við, men ikki innanfyri, markið til Russlands.