- Royna eftir EM-undanspæli

Føroysku kvinnurnar hava ein torføran bólk, men venjarin hevur góðar vónir.

Í gjár gjørdist greitt, at mótstøðuliðini hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti á Malta vera Georgia, Andorra og Malta.

 

Tó at hann kundi ynskt sær lættari mótstøðu, so hevur venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum góðar vónir til undankappingina í apríl.

 

- Hetta er ein torførur bólkur, men vit hava havt vikuligar venjingar allan vetur, umframt at vit hava leikt fleiri dystir á høgum stigi. So møguleikin, at vit spæla okkum víðari, er til staðar, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.

 

Talan er um eina undankapping, ið skal avgera hvør sleppur við til EM-undankappingina til EM 2017. Føroyar spældu seg við til seinastu EM-undankappingina, umvegis líknandi undanumfari fyri tveimum árum síðani.

 

- Georgia og Malta hava rættiliga góð lið, og koma helst at geva okkum drúgva mótstøðu. Vit hava tó vunnið á teimum fyrr, og hava fingið nógvar dystir í beinini, so tað kann henda, at vit taka okkurt stig frá teimum. Andorra er heilt nýtt landslið, og kann helst roknast sum veikasta liðið í bólkinum, so móti teimum eru vónirnar góðar, sigur landsliðsvenjarin.


Sjálv kappingin verður leikt á Malta frá fjórða til níggjunda apríl, og í fyrireikingunum til kappingina hevur kvinnulandsliðið skipað fyri dystum móti unglingaliðum hjá monnum.