Royna ferðavinnu í Skúvoy

FERÐAVINNA. Nýggja ferðavinnufelagið í Sandoynni ger eina roynd at fáa í lag skipaða ferðavinnu í Skúvoy

Dánjal Højgaard

Mynd: Jens Kr. Vang


Nýstovnaða Sandoyar Sýslu Ferðalag ætlar at gera nakað við ferðavinnuna í Skúvoynni.

Ætlanin er, at kunningarstovan á Sandi, sum so smátt er farin av virka, skal skipa fyri bátsferðum av Sandi og í Skúvoynna.

Ferðir skulu gerast í oynni við staðkendum ferðaleiðara, og í skúlanum vera fólk at geva teimum ferðandi ein drekkamunn. Í skúlanum er eisini wc.

Talan verður um fyriskipaðar ferðir, har fólk tekna seg hjá kunningarstovuni á Sandi frammanundan. Bygdarráðið hevur givið tilsøgn um, at skúlin kann nýtast til hetta endamál.

Ein trupulleiki hjá ferðavinnuni í Skúvoynni er, at einki alment wc er í oynni. Sum skilst ætlar bygdaráðið nú at gera eitt alment wc í bygdini, sum vitjandi kunnu nýta.


Eksotisk oyggj

Nýggja ferðavinnufelagið í Sandoynni ætlar eisini at bøta um gistingarmøguleikarnar í Skúvoy. Fólk í oynni eru biðin um at skipa fyri bed & breakfast, og nøkur hava játtað at taka ímóti gestum, sum vilja gista í oynni.

Formaðurin í Sandoyar Sýslu Ferðalagi sigur, at tiltøkini í Skúvoy eru liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna betri í Sandoynni.

? Møguleiki er at gera eina kombineraða pakkaferð, har tú vitjar Skúvoynna samstundis, sum tú fert í Sandoynna, sigur Súsan í Jákupsstovu.

? Higartil hevur eingin rættiliga skipað ferðavinnan verið í Sandoynni. Nú fáa vit eina kunningarstovu í Sandoynni, og undir Sandoyar Sýslu hoyrir eisini Skúvoyggin.

Nevndarformaðurin heldur, at Skúvoyggin hevur eina stórsligna nattúru og spennandi søgu. Og søgan er ikki minst aktuell, nú túsundárið fyri kristningina verður hildið í Føroyum.

? Tað er eksotisk at koma til eitt minnið pláss sum Skúvoynna, og ferðasambandið er betri enn til Mykines, sigur hon.

Lesið meira um ferðavinnu í Skúvoy á miðsíðunum.ið.

? Eg veit frá handilsmanninum, at fólk hava hvørt nikk og prikk við sær. Fara vit til Havnar so leggja vit pengar eftir okkum, men soleiðis er tað ikki her hjá okkum, sigur hon.

Inga vísir á, at tey, sum leiga hús út í Skúvoy, eru avbygdarfólk. Skúvoyingar sjálvir búgva í sínum húsum og tískil fer leigupeningurin av oynni.

? Pengarnir enda ikki í okkara lummum. Teir fara av bygdini, sum so mangt annað, sigur Inga, sum hevur lovað at royna at leiga hús út til ferðafólk í summar:

? Vit mugu útvega okkum onnur hús frá fólki, sum kanska búgva í Havn, sigur hon.


Gloymd í Havn

Inga heldur, at tað var óvanliga nógv ferðafólk í Skúvoy í fjør. Umframt tey, sum komu við Sildberanum, komu fleiri við skonnartini Norðlýsinum og við Jóan Petur Clementsen, sum skipar fyri bátsferðum heiman av Sandi.

Inga heldur, at skúvingar hava ikki tikið ferðavinnuna í nóg stórum álvara:

? Ferðavinnan hevur bert verið mett sum nøkur fólk, ið koma og fara. Eingin hevur verið at gjørt nakað við tað; til at samskipa tað, sigur Inga, sum fegnast um initiativið úr Sandoynni.

Ein orsøk til, at skúvoyingar einki hava gjørt við ferðavinnuna kann vera, at tað eru so nógv gomul fólk í oynni, heldur hon. Eisini eru skúvoyingar nógv upptiknir av arbeiði um summarið, sigur Inga, sum heldur, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum hevur sýnt lítlan áhuga fyri Skúvoynni:

? Eg haldi, at tey gloyma okkum í Havn. Tey kundu ringt og spurt. Hetta er fyrstu ferð nakar hevur ringt og spurt um vit vilja leiga út, sigur hon og sipar til áheitanina frá Sandoyar Sýslu Ferðalagi.

Um skúvoyingar nakrantíð fara at vinna pengar burtur úr Sigmundi og Rannvá og fuglabjørgunum fer summarið kanska at geva eina ábending um.

Fyribils liggur ferðavinnan huld í mjørka og er ring at fáa eyga á.


Ferðaráðið:

Móttøkuapparatið

manglar

Fyri tveimum árum síðani vóru umboð fyri Ferðaráð Føroya í Skúvoynni fyri at kanna áhugan fyri ferðavinnuni. Eftir at hava hitt bygdarráðsformannin í Skúvoy kundi Ferðaráðið staðfesta, at eingin serligur áhugi var fyri ferðavinnuni millum skúvoyingar.

Síðani tá er nakað hent, sum bendir á, at ein ávísur áhugi er í Skúvoy kortini, staðfestir Ferðaráð Føroya.

Ferðavinnan í Sandoynni roynir at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni. Skúvoyingar eru við í hesi ætlan og bygdarráðið stuðlar ferðavinnufelagnum í Sandoynni fíggjarliga.

Sambært Ferðaráðnum hevur Skúvoyggin ikki tað apparatið, sum skal til fyri at taka ímóti ferðandi í stórum tali ? t.d matstøð, alment wc og møguleikar fyri gisting og útferðum. Samstundis verður sagt, at fortreytir fyri veruligari ferðavinnu er, at fólkið á staðnum er áhugað í hesi vinnu.

Royndin hjá Sandoyar Sýslu Ferðalagi bendir á, at móttøkuapparatið í Skúvoy nú verður brynjað til at kunna taka ímóti veruligari ferðavinnu, sigur Ferðaráð Føroya.