Fyri fyrstu ferð hava kinesarar siglt ígjøgnum útnyrðingsleiðina millum Grønland og Kanada.
Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.
Við loyvið frá kanadisku myndugleikunum, royndarsigldi kinesisk ísbrótarin Snjódrekin, ein túr ígøngum útnyrðingleiðina mllum Grønland og Kanada, ið annars ikki hevur verið møgulig at sigla ígjøngum vegna nógvan ís.
Myndugleikarnir í Kina siga, at við hesi nýggju rutuni, kunnu teir spara sjey dagar úr Shanghai til New York og tískil fáa ein nógv skjótari og títtari farmafluting. Vanliga rutan úr Shanghai til New York er ígjøgnum Panamakanalina og er 11,500 sjómíl. Nýggja leiðin er 8,600 sjómíl.