Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið
?????????????????????????????????
Fútarætturin hevur seinnapartin avgjørt at vísa frá sær áheitanini hjá Fíggjarmálastýrinum um at seta feløgum okkara bann móti at nokta limum okkar at sigla við Teistanum.
Samstundis hevur fútarætturin nokta at eftirlíka einari líknaði áheitan frá Strandfaraskipum Landsins.
Vit høvdu væntað, at fútarætturin ikki fór at lata seg misbrúka í hesum lógliga stríði okkara, og tí kemur avgerðin ikki óvart á okkum.
Kann verandi samgonga liva við einum leiðara fyri Lønardeildini, sum leggur slík mál fyri fútarættin?
Sum vit skilja, so er tað leiðarin á Lønardeildini saman við advokatinum hjá deildini, sum eru upphavsmenn til hugskotið at royna at fáa fútarættin at steðga feløgum okkara í lógliga fakliga stríði okkara.
Hetta stig er so langt úti, at vit undrast á, at verandi samgonga og ikki minst fíggjarmálaráðharri okkara kann liva við at hava ein slíkan leiðara sitandi á Lønardeildini.
Ikki minst er hetta hugvekjandi, tá hetta í veruleikanum er ein roynd at føra inn á føroyska arbeiðsmarknaðin eina rættarskipan, sum hvørki hevur undirtøku hjá fakfeløgunum ella politiska meirilutanum á tingi.
Ein sigur fyri føroyska arbeiðararørsluna
Avgerðin hjá fútarættinum at vísa aftur royndunum hjá Fíggjarmálastýrinum at føra inn á føroyska arbeiðsmarknaðin eina skipan, sum samanberast kann við danska Arbeiðsrættin er ein sigur, ikki bert fyri feløg okkara, men eisini fyri føroysku arbeiðararørsluna sum heild.
Eitt skal Fíggjarmálastýrið gera sær geitt, og tað er, at slík álop á grundlógartryggjaða rætt okkara at nokta limum okkara at taka arbeiði á einum øki har eingin sáttmáli er galdandi, fara fakfeløgini ongantíð at lata sær lynda.