Royndu fýra ferðir at fáa landið at seta pengar í Eik

Tað sigur Jørgin Niclasen, formaður Fólkafloksins sum heldur, at landið ikki skal seta seg í vegin fyri marknaðarkreftunum. - Landsstýrið hevur hildið seg vekk frá at seta pengar í EIK og úrslitið er, at marknaðurin sjálvur hevur megnað uppgávuna. Hetta fegnast Fólkaflokkurin um, og ynskir TF-holding góða eydnu, sigur Jørgen Niclasen. Í skrivi, hann hevur sent Bløðunum sigur hann soleiðis:

?Landstýrið fekk einki at vita um, at trupuleikar vóru í EIK. Men ein sunnudag verða vit uppringd við greiðum boðskapi. Her er heilt galið. Hóast bæði grannskoðan og Fíggjareftirlit, so var eingin ávaringarlampa frammanundan, bara at nú var galið.

Hetta sunnukvøldið fekk landsstýrið fyrispurning frá dønum, um landsstýrið vildi koma við pengum. Næsta morgun er tíðindafundur í EIK, har almenningurin fekk boðini. Sera fátækt var við upplýsingum, men landsstýrið skuldi svara, um vit komu við pengum. Fólkafloksins støða var greið, Landsstýrið eigur ikki at stilla seg fyri marknaðarkreftunum. Svarið frá landsstýrinum gjørdist noktandi. Tó ynskti Fólkaflokkurin, at freistin fyri endurreising var longd. Hetta vildi landsstýrið ikki krevja og danska stjórnin ikki gera. Upplýsingar, sum seinni eru komnir fram, gera tað neyðugt at kanna hetta nærri og tað hevur Fólkaflokkurin mælt landsstýrinum til.

Eftir at Fíggjarligt støðufesti hevði yvirtikið bankan, hildu hesir tíðindafund í Føroyum. Sama boðskap fekk landsstýrið á fundi aftaná. Pengar á borið, ella kann alt henda. Okkara støða var greið, skattapeningur eigur ikki at keypa bankar.

Í Desember er frestin fyri at lata boð inn. Tá fær landsstýrið aftur boð um at nú má okkurt henda. Støðan hjá landsstýrinum tann sama, nú er spurningurin um útboð og eftirspurning og tað mugu seljari og møguligur keypari sjálvir loysa.

Í hesi vikuni er boð eftir landsstýrinum fyri fjórðu ferð. Fíggjarligt støðufesti vil enn einaferð fáa landsstýrið at koma við peningi. Hóast langa og møðsama trýstið, gav landsstýrið sama svar.

Nú hava seljari og keypari gjørt avtalu, har TF-holding er blivin meirlutaeigari. Vit eru mong, sum anda lættliga og fegnast um áræði í TF-holding. Vóni tað fer at gangast væl.

Eftir at keypsavtala er gjørd, kemur fíggjarmálaráðharrin út við, at skattaborgarin gjøgnum Fíggingargrunnin nú skal keypa partabrøv í EIK. Fólkafloksins støða er greið og júst tann sama, sum tær 4 ferðirnar, trýst er lagt á okkum.

Tó skal sigast, at Fólkaflokkurin tekur undir við uppskotinum um, at Fíggingargrunnurin selur sín part í Bank Nordik. Landskassin hevur vaksandi skuld og harvið eisini vaksandi rentubyrðu. At selt ognarlutin í Bank Nordid til tess at minkað um almennu skuldina, hevði eisini minkað um rentubyrðuna hjá landskassanum. Ein minni rentubyrða ger møguleikarnar størri at tryggja vælferð, og tað er jú tað, Landsstýrið og Løgting skulu brúka kreftirnar til.?