Royndur aserbadjanskur dómari til dystin Kroatia-Føroyar

Fríggjakvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í HM-undankappingini

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið seinasta HM-undankappingardystin á hesum sinni.

 

Í bólki L spæla okkara móti Kroatia á HNK Rijeka leikvøllinum í Rijeka.

 

Kroatia er fremst í bólkinum við 16 stigum, Kekkia hevur 13 stig, meðan Føroyar hava 12 stig. Skulu okkara røkka Play Off dystum um at sleppa til HM í USA/Meksiko/Kanada, so mugu Føroyar vinna á Kroatia. Samstundis má Gibraltar komandi mánakvøld á útivølli vinna ella fáa javnleik móti Kekkia. Møguleikin er lítil, men okkara ætla at fara eftir møguleikanum.

 

Tað verður ein altjóða royndur dómari úr Aserbadjan, ið fer at leiða dystin millum Kroatia og Føroyar. Talan er um Əliyar Ağayev.

 

38 ára gamli, Əliyar Ağayev gjørdist altjóða dómari í 2013. Hann hevur dømt fitt av EM- og HM-undankappingardystum, og hann hevur eisini verið dómari til U17 og U19 endaspøl. Hann hevur síðani 2015 dømt dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið.

 

KROATIA - FØROYAR

 

Dómari: Əliyar Ağayev AZE

 

Hjálpardómari 1: Zeynal Zeynalov AZE

 

Hjálpardómari 2: Akif Əmirəli AZE

 

Fjórði dómari: Elçin Məsiyev AZE

 

VAR dómari: Tiago Bruno Lopes Martins POR

 

VAR hjálpardómari: Bruno Alexandre da Silva Esteves POR

 

UEFA dómaraeygleiðari: Alieh Čykun BLR

 

UEFA umboð: Vito Di Gioia ITA