Ársins alibrúk og smoltstøð skulu finnast

Tann árliga aliráðstevnan, sum Havbúnaðarfelagið og Vinnuhúsið skipa fyri, er í dag á Hotel Føroyum.

Skráin er fjølbroytt og nemur við fleiri áhugaverd viðurskifti innan aling í Føroyum. Á ráðstevnuni verða eisini ársins alibrúk á sjónum og ársins smoltstøð kosin. Hetta eru tey, ið hava havt bestu úrslit í farna ári.

Johan Dahl, vinnumálaráðharri, setti stevnuna klokkan níggju, og síðani eru fyrilestrar fram til klokkan 15.45, tá vinnandi alibrúkið og smoltstøðin verða kunngjørd.

Aliráðstevnan endar klokkan 16.00. Eftir ráðstevnuna er veistla á Hotel Føroyum klokkan 19.00.