Ársins einstaklingur eigur eisini ársins sang

Teitur eigur ársins sang í popp/rokk bólkinum

Í áðni gjørdist greitt, at ársins sangur í popp/rokk bólkinum er “Sara” við Teiti Lassen. 

 

Hetta var ikki einasta FMA-virðislønin hjá Teiti í kvøld, tí royndi sangarin og sangskrivarin fekk beint aftaná eisini virðislønina sum ársins einstaklingur.

 

- Tað hevur verið øgiliga deiligt at gjørt hesa fløguna. Tað hevur tikið mær eini fimm ár at gera hana, og eg helt ikki tað fór at taka so leingi. Frá tá eg var ungur havi eg hildið tað vera løgið at spæla konsertir í Føroyum, men tað kann mann gott, og her eru nógv nýggj spælistøð kring landið. Túsund takk fyri, og takk fyri eitt gott kvøld, segði Teitur.

 

Tónleikaárið hjá Teiti hevur havt nógv at bjóðað uppá. Hann hevur givið nýggju útgávuna “I Want to be Kind” út, og so hevur hann ferðast víða og spælt konsertir. Hann hevur verið á konsertferð í USA, Týsklandi, Hollandi, Danmark og Føroyum.

 

Hinir sangirnir, sum vóru tilnevndir ársins sang í popp/rokk bólkinum, vóru:

Tá ið eg síggi teg - Ingi Poulsen

Hennara dansigólv - Byrta

Silvurlín - Marius

Something Magical - VSJ

 

Umframt hetta er Teitur í uppskoti sum ársins mannligi sangari og fyri ársins útgáva (I Want to be Kind).

 

Teitur vitjaði í morgunsendingini hjá danska TV2 í mai 2018. Hoyr hann spæla og syngja lagið Sara her:

 

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/6HHk3klPuWk" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>