Ársins hondbóltslið 2004

Nú hondbóltsárið er farið aftur um bak, hava ítróttarskrivararnir her á blaðnum til stuttleikar sett ársins lið bæði hjá kvinnum og monnum.

Dream Team

Seinni í hesum mánaðinum fara hondbóltsleikarar úr øllum landinum at savnast til hondbóltsgallakvøld, har ársins leikarar og annað verður kosið. Til stuttleikar hava vit her á blaðnum gjørt eitt uppskot til ársins lið bæði hjá kvinnum og monnum út frá teimum eygleiðingum, ið vit hava gjørt gjøgnum eitt heilt kappingarár.

Útlendskt kvinnulið
Ársins lið hjá kvinnum er fyri ein stóran part mannað av útlendskum leikarum. Ikki færri enn fimm av teimum sjey leikarunum eru útlendingar, og tað skerst ikki burtur, at teir mongu útlendsku hondbóltsleikararnir hava sett sín dám á kappingina í ár, serliga hjá kvinnunum. Einastu føroysku kvinnurnar, ið sleppa upp í part, eru vengurnir báðir, í vinstru síðu Gurið Mortensen úr VB, og í høgru Bára Skaale Klakstein úr Stjørnuni.
Bert trý feløg eru umboðaði á ársins kvinnuliði, og tey eru føroyameistararnir úr Stjørnuni við trimum umboðum, silvurvinnararnir úr VB við tveimum, og bronsuvinnararnir úr VÍF eisini við tveimum umboðum.

Neistin flest umboð á mansliðnum
Hjá monnunum er støðan ein onnur, enn hvat hon er hjá kvinnunum. Her eru føroyingarnir við yvirlutan, av tí at fimm av teimum sjey leikarunum eru føroyingar, meðan bert tveir útlendingar sleppa upp í part.
Tað áhugaverda við mansliðnum er tað, at her er Neistin best umboðað við trimum umboðum, og tað kundi kanska bent á, at neistaliðið hevur flest profilar, men kanska ikki størstu breiddina. Fýra feløg hava umboð á ársins mansliði, og umframt trý umboð úr Neistanum, hava føroyameistararnir úr Kyndli tvey umboð, meðan VÌF og KÍF hava hvør sítt umboð.

Málverji: Lidia Vladic, Stjørnan
Sterki málverjin hjá Stjørnuni, Lidia Vladic, hevur í nógvum dystum - serliga móti kappingarenda - víst seg sum ein av mest týðandi leikarunum, ið kann vinna ein dyst fyri liðið hjá sær.

Vinstri vongur: Gurið Mortensen, VB
Gurið Mortensen er ikki nakar ársungi í føroyskum kvinnuhondbólti, men hon tykist bara gerast betur og betur fyri hvørt einasta ár. Á einum sterkum VB-liði, har útlendsku leikararnir ofta skara framúr, er Gurið einasti spælarin, ið er á hædd við útlendingarnar

vinstri bakkur: Alina Olaru, Stjørnan
Stjørnan gjørdi kvettið, tá ið tað eydnaðist klaksvíkingum at fáa Alinu Olaru at skifta frá StÍF til Stjørnuna miðskeiðis í kappingarárinum. Alina hevur í seinnu helvt av landskappingini og í steypafinaluni víst seg sum mest avgerandi leikaran á liðnum hjá Stjørnuni.

Spælskipari: Aukse Vysniaskaite, VB
Drívmegin á liðnum hjá VB er uttan iva spælskiparin Aukse. Í nógvum dystum har tað hevur staðið á hjá VB, hevur Aukse víst seg sum ein leikara, ið tekur sakina í egnar hendur til fyrimuns fyri sítt lið. Gjøgnumbrotsstyrkin hjá Aukse er allarhelst eindømi í føroyskum kvinnuhondbólti

Høgri bakkur: Ioana Rapa, VÌF
Ioana Rapa hevur ovurhonds stóran týdning á liðnum hjá VÍF. Kappingarárið í ár hevur verið eitt tað besta hjá Ioanu, síðani hon kom til Føroya, og her verður ikki bert hugsað um skotstyrkina hjá henni. Umframt mongu málini, ið hon skýtur, hevur Ioana eisini havt eitt hav av fríspælingum til Irinu Radovici á strikuni hjá VÍF.

Høgri vongur: Bára Skaale Klakstein, Stjørnan
Stjørnan hevur fingið eina rúgvu av málum upp á skjótálop í ár, og ein sera stórur partur av hesum málum hevur Bára Skaale Klakstein skorað. Við sínum skjótleika er Bára ein støðug hóttan fyri mótstøðuliðini, og hon hevur verið rættuliga sikkur, tá ið møguleikin hevur verið har.

Strikuspælari: Irina Radovici, VÍF
Tað hevur verið ein sonn gleði at eygleitt samanspælið millum Ioanu Rapa og Irinu. Umframt at verða ósvikaliga trygg, ta ið høvi býðst, er Irina Radovici ein sera sterkur verjuleikari, ið VÍF hevur havt stóra gleði av í hesum kappingarárinum.

Mansliðið:

Málverji: Eli Müller, VÍF
Nógvir stinnir málverjar eru í føroyskum manshondbólti, men í ár hevur Eli Müller skarað framúr. Eli er ein málverji, ið bara veksur við uppgávuni, og eisini á landsliðnum hevur hann verið serstakliga góður í ár. Mangan verður tikið til, at ein hondbóltsmálverji skal verða eitt sindur svakur, og Eli hevur eitt sindur av hesum villskapi í sær, og tað kemur mangan væl við í avgerandi løtum.

Vinstri vongur: Blagoje Buha, Neistin
Tað er einki at ivast í, at Blagoje Buha hevur sligið sítt navn fast í føroyskum hondbólti í sínum fyrsta ári her á klettunum. Fær Buha møguleikan, er tað næstan hundrað prosent sikkurt, at hann skorar. Heldur ikki tørvar Buha nógv pláss fyri at fara ígjøgnum, og við sínum kviku fótfintum hevur hann hildið mangan verjuspælara fyri gjøldur

Vinstri bakkur: Damir Oros, KÍF
Kollfirðingar hava í Damir Oros kanska besta skjúttan í føroysku landskappingini. Stóri bakkurin hevur eitt sera gott skot, og hann skal ikki hava nógv pláss fyri at fara upp og langa til. Hóast hann hevur verið mansvardur í so at siga øllum dystum í ár og bert hevur leikt 15 av 20 dystum, endaði Damir Oros ovast á listanum yvir toppskjúttar í føroysku kappingini.

Spælskipari: Áki Mørk, Neistin
Á einum neistaliðið, har útlendingarnir hava verið mest eyðsýndu leikararnir, er tað tó ein føroyskur leikari, ið hevur havt ein ógvuliga týðandi leiklut. Áki Mørk hevur stýrt álopsspælinum hjá Neistanum hengisliga, og harafturat er hann ein av okkara bestu kontraspælarum.

Høgri bakkur: Heini Hanusarson, Neistin
Nógvir vóru um boðið, tá ið høgri bakkur skuldi veljast. Hóast Heini ikki hevur leikt meira enn eitt hálvt kappingarár í ár, hevur hann víst sína styrki. Tíðin í danska felagnum TMS Ringsted hevur ment Heina nógv sum hondbóltsleikara, og serliga í landsdystunum fyrr í ár vísti Heini sína stóru styrki bæði í álopi og verju

Høgri vongur: Josef Abrahamsen, Kyndil
Josef Abrahamsen hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Hann er ein av fáu leikarunum, ið er veruliga vandamikil á høgra vongi, og hann er ógvuliga tryggur í sínum atsóknum. Við sínum kvikleika hevur Josef verið ein ógvuliga týðandi partur av vandamikla kontraspælinum hjá Kyndli. Josef Abrahamsen er óivað eitt gott boð upp á ársins stjørnuskot í føroyskummanshondbólti í ár.

Strika: Janus Einar Sørensen, Kyndil
Janus Einar er uttan iva besti strikuspælarin í Føroyum. Hann hevur neyðugu kropsstyrkina til at taka dystin upp við verjuleikararnar, og evnini at fáa fatur á bóltinum er framúr. Tá ið Janus Einar hevur fingið fatur á bóltinum, er hann ósvikaliga tryggur. Harafturat er Janus Einar ein av okkara allarbestu verjuleikarum.