Ársins motorur 2016

Ársins motorur 2016 er kosin, og var tað Ferrari, sum fór við sigrinum.

 

Tað varð ikki, sum roknað var við, ein lítil orkusparandi motorur, ið varð kosin ársins motorur 2016 á International Engine of the Year Awards í Stuttgart í Týsklandi.

 

Harafturímóti var tað Ferrari bilverksmiðjan í Italia, sum vann hendan heiður við sínum 3,9 litra V8 biturbo motori, sum er í Ferrari 488 GTB.

 

Ein dómsnevd við 62 motorserfrøðingum frá yvir 30 londum mettu at 3.9-litra motorurin hjá Ferrari skuldi hava fyrsta plássið. Talan er um ein stóran sera framkomnan motor við 670 hestakreftum. Botntrekkið er upp á 760 Nm við 3.000 snún/min.

 

International Engine of the Year Awards er presenterað av Engine Technology International Magazine, sum er óbundið av lýsingum ella øðrum stuðli frá bilaídnaðinum.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/