Fríggjadagin 27. oktober verður Ársins spælara tiltakið hjá Miðlahúsinum, Rás2 og Fótbóltssambandinum. Tiltakið verður størri enn nakrantíð og vónin er at fáa góða undirtøku frá spælarunum, venjarum og øðrum kring fótbóltin.
Allar atkvøðurnar frá venjarum, liðskiparum og tíðindafólkum eru nú komnar inn og nú verður talt upp. Tey tilnevndu verða kunngjørd í morgin.
Aftur í ár verður “Ársins Spælari” tiltakið hjá Miðlahúsinum og Rás2 – í samstarvi við Fótbóltssambandið. Eftir fleiri áheitanir verður tiltakið í ár væl størri, enn vit hava upplivað fyrr. Tiltakið verður í Reinsaríinum, har talan verður eisini um reyðaløbara, myndatøkur og góðar umstøður at samlast. Somuleiðis verður ein nýggjur heiður á skránni, tá ársins landsliðsspælari hjá monnum skal veljast fyri HM 2018 undankappingina.
Størri enn nakrantíð
Sosialurin, seinni Miðlahúsið og Rás2, hava í fleiri ár skipað fyri tiltakinum Ársins Spælari. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Afturmeldingarnar hava verið góðar, tí fleiri framstig eru gjørd seinnu árini. Millum annað verða allar atkvøðurnar – uttan tær um ársins dómara – kunngjørdar í Sosialinum mánadagin eftir. Í nógvar mátar verður fylgt mannagongdunum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt.
Tó hevur tað víst seg at verið torført at fáa øll tey tilnevndu at møta upp, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið pláss fyri øllum. Í ár er vónin, at fáa øll tey tilnevndu at møta og samstundis tryggja, at talan verður um eitt stórt kvøld fyri øll.
Tí verður sjálvt tiltakið, sum eisini er ein sending á Rás2, í sjálvum Reinsaríinum í hjartanum í Havn. Her verður reyður løbari, har spælarar, venjarar og leiðslur verða avmyndaði, umframt at matur og drekka verður at fáa í Perluni og parkeringøkinum millum Reinsaríið og Miðlahúsið. Pláss verður fyri áleið 300 gestum.
Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama
Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast.
Heitið »Ársins ungi spælari« var á fyrsta sinni í 2013. Hetta kom í staðin fyri »Ársins stjørnuskot«, sum var ov torført at definera. Ein ungur spælari er ein, sum hevur U21 landsliðsaldur.
Nýggjur heiður
Tiltakið verður eisini størri á tann hátt, at ein nýggjur heiður verður á skránni. Umframt teir vanligu heiðrarnar, so skal eisini ársins landsliðsspælari hjá monnum finnast. Her er talan um besta spælaran hjá A-landsliðnum hjá monnum fyri HM 2018 undankappingina. Ætlanin er, at komandi ár verður tað ársins landsliðsspælari hjá kvinnum, sum verður kosin, tí tá er undankappingin hjá teimum avgreidd.
Ársins lið í 4-4-2 uppstilling
Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar.
Í 2013 varð liðið stillað upp í 433 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 442. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar. Hesum leistinum halda vit fram við.
Áleypari ella miðvallari?
Ein avbjóðing er at skilja millum hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí.
Í fjør var eitt av ivamálunum Jóannes Bjartalíð. Tað eru ymiskar meiningar, um hann er áleypari ella miðvallari. Her hevur venjari hjá honum víst á, at hann sær hann meiri sum ein miðvallara, har vengur eru íroknaðir.
Kemur hetta fyri tá atkvøtt verður, men verður loyst so hvørt ein spælari fær atkvøður í tveimum bólkum.
Kunngera atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðlahúsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu almannakunngjørdar mánadagin eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum.
Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út mánadagin 30. oktober.
Velja 1, 2 og 3
Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at kvøða fyri teirra egna liði.
Finnast skal:
Ársins spælari
Ársins ungi spælari
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins miðvallari
Ársins áleypari
Ársins landsliðsspælari hjá monnum
Ársins venjari
Ársins dómari
Ársins lið