Byin.fo fer nú at finna ?Ársins Sprund 2007?. Heimasíðan www.byin.fo er ein sera væl vitjað síða. Ikki bara tí at tú finna tíðindir og lesa um hvat ið fyriferst í býnum í vikuskiftinum, men sanniliga eisini tí at nógvar myndir liggja á síðuni.
Ein fastur táttur á síðuni er ?Sprundið hesa vikuna?. Talan er um einhvørja vakra gentu, sum myndafólkið hjá www.byin.fo hava tikið mynd av. Hepna sprundið hevur síðan fingið eitt gávukort.
Men søgan endar ikki har. Um tú ert ein av gentunum, sum hevur verið ?Sprundið hesa vikuna? sendur eina mynd av sær sjálvari til byin@kallnet.fo, verður tú við í atkvøðugreiðsluni um at gerast Ársins Sprund 2007. Atkvøðugreiðslan fer fram á www.byin.fo. Og tað er ikki hissini vinningur uppá spæl, tí vinnarin verður boðin við einum ungum føroyskum ferðalagið til Sunny Beach í Bulgaria. Ferð og innivist verður latið av Ung Rejs og Byin.fo.
Seinasta freist at senda mynd er hósdagin 31.01.2008.