Úrskurðurin útsettur í eina viku

Málið um tilburðin í dystinum millum GÍ og B36 í fjør er fyrsti av sínum slag í Føroyum

Fótbóltur

Úrskurðurin í málinum um álopið á linjudómaran í landskappingardystinum millum GÍ og B36 í Gøtu í fjør verður sagdur í komandi viku. Dysturin 29. septembur í fjør gjørdist rættiliga rokutur síðstu løtuna, og tá avtornaði høvdu tríggir spælarar fingið reyða kortið- ein hjá GÍ og tveir hjá B36.
Í samband við tí einu útvísingina, kókaði yvir hjá einum áskoðara, sum fór um girðingina og fór beina leið eftir tí eina linjuverjanum. Linjuverjin metti tilburðin vera so mikið álvarsaman, at hann meldaði tilburðin til løgregluna.
Líknandi tilburður var í Klaksvík fyri nøkrum árum, tá ein áskoðari gjørdi seg inn á annan av linjudómarunum. KÍ fekk bót frá FSF, og so hendi ikki meira í málinum, tí KÍ segði seg ikki vita, hvør áskoðarin var, sum hevði lagt eftir linjudómaranum. Málið fekk tó nakrar avleiðingar í ásetingunum hjá FSF um, hvussu trygdin kring dystirnar skal fyriskipast. Eitt nú við trygdarfólkum, trygdargeira til leikarar og dómarar at ferðast eftir, og við bótini staðfesti FSF eisini, hvussu teir vilja handfara slík mál.
Í málinumum linjudómaran í Gøtu er staðfest, hvør áskoðarin er, og nú málið er blivið til eitt løgreglumál, ið er fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Vanliga verða mál av slík mál avgreidd innan lógarkarmarnar hjá FSF, men tilburðurin í Gøtu er blivin til eitt borgarligt rættarmál.
Feløgini hava ábyrgdina av trygdini hjá dómarunum, men í førinum við FÍ metti FSF, at GÍ hevði hildið seg innan reglurnar, og tí var eingin bót ella onnur revsing staðfest í hesum førinum.

Áskoðarin noktar seg sekan
Áskoðarin noktar seg sekan í ákærunum um, at hann skal hava gjørt seg inn á linjudómaran í Gøtu 29.september. Hansara frágreiðing er, at hann datt á linjudómaran, og tað tí ikki er talan um nakran harðskap frá hansara síðu. Frágreiðing hjá linjudómaranum er harafturímóti ein heilt onnur av tilburðinum.
- Eg var á skaðastovuni eftir dystin, og á røntgenmyndini sæst, at eg havi fingið ein stoyt í innaru síðuna av lærinum. Myndin samsvarar væl, hvussu eg fataði støðuna, tí áskoðarin sparkaði eftir mær, sigur linjudómarin.
Fimm vitnir hava greitt frá tilburðinum í Gøtu, og eftir er avgerðin hjá dómaranum í málinum. Ætlanin var, at avgerð skuldi fella í málinum seinna partin mikudagin, men dómarin boðaði frá, at avgerðin er útsett til í næstu viku.