Úrslit av drúgvum arbeiði

Karsten Østergaard hevur í drúgt áramál verið partur av leiðsluni handan áhugadeildina hjá Fremad Amager. Her hevur eitt av aðalmálum hansara verið at skapa eitt “Øens Hold”, sum alt Amager kann savnast um.
Og tí fegnaðist hann stórliga, nú hann saman við føroysku íleggjarunum kundi almannakunngera nýggju ætlanina.
- Hjá mær er hetta úrslit av tveimum árum við drúgvum arbeiði og nógvum fundarvirksemi. Men eg fegnist eisini um, at vit við Toda hava fingið ein somikið seriøsan íleggjara.
- Tí lat meg gera púra greitt, at hetta ikki er nakað, sum Todi bara ger til stuttleikar. Vit hava í meira enn hálvt ár havt ein dialog kring nýggju ætlanirnar, og tað er mín fatan, at okkara ætlanir sampakka sera væl við tær, sum nýggju eigararnir hava, sigur Karsten Østergaard, sum nú verður fluttur í starv sum stjóri fyri samtakið “Øens Hold”.