Umboðsmansstovnurin, sum menn og kvinnur tosaðu og tosaðu um, men einki hendi. Miðflokkurin gjørdi eitt uppskot, sum varð einmælt samtykt á Løgtingi. Í dag er stovnurin ein trygd hjá tí minni menta.
Frískúlar, saman við øðrum góðum kreftum hildu vit á í trúgv við hesi søk. Nú njóta og gleðast mong um hendan sjálvsagda møguleikan, børn teirra fingu.
Fátækramarkið varð tosað um í áravís. Beint áðrenn summarfrítíðina samtykti Løgtingið uppskot frá Miðflokkinum um at fáa ásett eitt slíkt.
Rødd teirra minni mentu talar at ferð eftir ferð, tá ábyrgdin fyri tí veika verður gloymd.
Ófødda barnið í móðurlívi fer altíð at verða hjartamál floksins, til seinasta fostur-tøkan er framd her á landi.
Og vit kundu hildið á við málum, sum eyðkenna henda flokk, sum tú veit hvar tú hevur, tí hann er samdur og talar við einari rødd!
Hjálp okkum út um landoddarnar við okkara lívsjáttandi boðskapi.
Hjálp Miðflokkinum at veksa.
Gev flokkinum tína atkvøðu hósdagin.