Fótbóltur
Tað tók ikki meira enn knappan minutt, fyrr enn tað varð staðfest, at føroyska avrikið leygardagin ikki skuldi verða av tí besta.
Ikki tí. Vit hava áður upplivað góð avrik, hóast skjót mál eru komin ígjøgnum, men tað var meira mátin, sum tað hendi uppá.
Dygst undan dystarbyrjan hevði annar hjálparvenjarin, Abraham Løkin, sagt við Rás2, at tað var av alstórum týdningi, at okkara miðverjar nýttu kroppin, so teir komu inn at órógva risastóru eysturríksku áleypararnar. Men holið var stórt, og eingin miðverji var nærhendis, tá diagonalbóltur varð sendir móti høvdinum hjá 202 sentimetra stóra Maierhofer, og so stóð 1-0 á talvuni.
Ov fittir
Kanska hevði dysturin fingið eitt heilt øðrvísi skap, um Fróði Benjaminsen ikki var tveir sentimetrar ov stuttur, tá Súni Olsen sendi fríspark inn móti málinum hjá heimaliðnum. Men tað nart tó ikki heildarmetingina um, at vit sóu eitt føroyskt lið, ið so ella so ikki rakti dagin.
Frammi á toppinum arbeiddi Christian Lamhauge Holst sum ein hestur, men aftan fyri hann leveraðu menn langt ífrá sama innsats. Markeringarnar á miðvøllinum vóru alt ov leysar, og tað sigur ikki so lítið, at føroyska liðið bara framdi fýra fríspørk allan fyrra hálvleik. Snøgt sagt tí okkara lógu somikið frá mótstøðuni, at teir ikki náddu at gera fríspark.
At føroyska liðið samstundis hevði ilt við at fáa spælið at hanga saman, gjørdi ikki støðuna betri í so máta. Tað var sjáldan, at talan var um samanhangandi samanspæl niðan eftir vøllinum. Og tær ferðirnar, at upprekk var til føroyskan kontramøguleika, sást týðiliga, at eysturríkar høvdu lisið uppá.
Uttan stórvegis hóvasták vórðu beinini tikin undan Fróða Benjamsein ella Súni Olsen, tá hesir royndu seg sum millumstøð í kontrafasuni, og so var tann vandin av hjá heimaliðnum.
Tí gjørdist trýstið á føroysku verjuni alt størri. Í stressaðum støðum vórðu avtalur fleiri ferðir sleptar. Næsta málið var eitt skúladømi um hetta, tá Fróði Benjaminsen, Bogi Løkin og Einar Hansen allir hugdu fótbólt, meðan Beichler yvirlappaði Holzl, og so var lag á manni hjá Janko at senda í máli, tá bólturin varð spældur flatt út móti fimm-metrinum.
Og so er veruleikin, at tað væl kundu komið nógv fleiri mál. Føroyar høvdu eina góða roynd, tá Egil á Bø gleið við handara stólpa, tá hann skuldi stúta frísparksinnlegg móti málinum, men í aðrar mátar stóð Eysturríki á øllum.
Spælið var ikki serliga hugflogsríkt, tá teir í besta bretska 4-4-2 stíli spældu breitt og innfyri til risastóru áleypararnar, men okkara dugdu illa at gera uppgávuna trupla fyri mótstøðuna. Meira enn eina ferð sluppu kantarnir oman at baklinjuni, og meðan okkurt skotið fór sendandi bein framvið, hevði Jákup Mikkelsen eisini eina fantom-bjarging, tá Janko var um reppið at skjóta sítt næsta mál.
Lava-maðurin fløvaði
Tað luktaði av útskifting í steðginum, men Brian Kerr hevði valt at geva spælarunum nakrar minuttir at prógva, hvør teirra ikki skuldi út. Og partvíst gav uppsangurin í steðginum eisini úrslit.
Tú sást nú eitt føroyskt lið, sum tóktist stríðast fyri æruni og ímóti hóttandi skrædlinum. Jákup hevði tó framvegis onkra stórbjarging eftir, men tað sá ikki sørt svart út, tá Janko sendi brotsspark í netið, eftir at Atli Gregersen hevði tikið beinini undan mótstøðumanni.
Við hørðum renniarbeiði, knallhørðum tacklingum og einum stríðsvilja, sum fullkomuliga hevði mangla fyri steðgin, eydnaðist tó okkara monnum at avmarka tapið. Enntá pyntaði Andreas Lava Olsen um úrslitið, tá hann staðfesti, at acceleratiónin veruliga er í altjóða flokki. Og fyri tað eisini evnini til ískalt at avslutta, hóast vinkulin var vorðin nakað trupul.
Hetta seinasta fløvaði nakað á rennváta vøllinum, sum ikki hóvaði okkara monnum serliga væl. Men tað fekk ikki strikað myndina um, at vit leygarkvøldið sóu eitt føroyskt landslið, sum fyri fyrstu ferð í eini tvey ár ikki var heilt uppi at ringja í verjupartinum.
Í so máta var úrslitið betur enn avrikið. Men skal hugsingur vera um at fáa eitt betur úrslit móti Litava mikukvøldið, er neyðugt við øðrum bollum í suppuni – frá fyrsta bríksli.
Missa lyklaspælarar
Nakað annað er so staðfestingin av, at tað verður uttan tríggjar vanliga mest arbeiðssomu spælarunum, at føroyska liðið skal standa seg. Hóast gula kortið til Atla Danielsen var mest sum vanvittuga bíligt, so kostar hetta leikbann, og tað sama gjørdu kortini hjá Boga Løki og Fróða Benjaminsen.
Vanliga eru júst hesir tríggir millum teirra, sum dekka størst arbeiðsareal á føroyska liðnum, og tí verður høvuðbrýggið helst stórt hjá Brian Kerr og hansara monnum komandi dagarnar.
Tað kann tó staðfestast, at innskifti Andreas Lava Olsen prógvaði, at hann er førur fyri at byrja inni á toppinum, og so er upplagt, at Christian Lamhauge Holst verður fluttur aftur í leiklutin sum offensivur miðvallari, har hann í størri mun kann søkja aftur til bóltmóttøku.
Á høgra kanti er upplagt, at altíð arbeiðssami Jákup á Borg fær møguleikan, sum hann ikki fekk hesaferð, hóast hann tóktist vera upplagdur útskiftingarmøguleiki. Og so er spurningurin, hvør triði maðurin á miðvøllinum verður. Arbeiðssemi og nærdystarstyrkin hjá Fróða Benjaminsen hevur verið mest sum altavgerandi táttur í góðu úrslitunum, sum landslið okkara hevur fingið í fleiri av farnu dystunum, og tí verður arvurin serstakliga tungur at lyfta, hvør so enn skal lyfta hann.
Undir øllum umstøðum stendur greitt, at fimm mans fáa landsliðsboð, nú hópurin skal økjast, og spennandi verður at vita, um ikki onkur sannur arbeiðshestur verður at síggja millum hesar.