rslitini síggjast ikki altíð beinanvegin

-Úrslitini av túrinum til Moskva síggjast ikki beinanvegin; nakrar føroyskar fyritøkur eru longu bidnar um at koma við tilboðum. Vit fáa at síggja, hvat spyrst burtur úr teimum. Men eitt er so komið burtur úr. Føroyskar fyritøkur funnu saman í Moskva, og líkt er til, at tær fara at taka seg saman í áhugabólkar at gera framhaldandi átøk at fáa dyggara samvinnu við russiskar keyparar. Menningarstovan er sjálvsagt til dystin fús at stuðla hesum bólkunum við sínum sambondum og vitan, og sama fer russiski konsulin í Føroyum at gera.

Skerjingar
Jan Müller

Seinastu tíðina hevur Menningarstovan verið fyri hørðum atfinningum, bæði í sambandi skerdar játtanir á fíggjarlógini og í sambandi við framsýning í Moskva. Tingmenn úr ymsum flokkum hava funnist at arbeiðinum hjá Menningarstovuni. Men hvat sigur leiðslan á hesum stovni, nú tað brýtur í bæði borð. Sosialurin hevur hitt Kjartan Kristiansen, stjóra á Menningarstovuni. Hann og Menningarstovan hava verið í andgletti í seinastuni. Fyrst var tað formaðurin í Vinnunevndini, Hendrik Old, sum spurdi: "Hvat Menningar-stovan hevði gjørt hesi mongu árini, hon hevur verið til. Onki var broytt í útflutninginum til tað betra, tí enn var fiskur okkara høvuðsútflutningur, ja kanska meira enn tá stovan varð sett á stovn. Hann hevði trúð, at Menningarstovan skuldi menna annað virksemi."

Síðan kom Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og varafólkatingslimur úr Tjóðveldisflokkinum, og spurdi landsstýrismannin í vinnumálum, sum varar av Menningarstovuni: "um stovan veru-liga hevði skipað fyri luttøku á fiskivinnuframsðning í Moskva, ið mest mundi líkjast eini einkis-sigandi sight-seeing ferð - partvíst upp á landsins besta, og eftir øllum at døma til eina skeiva framsýning."

Seinast hevur so fíggjarnevnd løgtingsins mælt til, at skarvað verða 500 tús. kr. av ætlaðu játtanini til stovuna á fíggjarlógini fyri 2004.

Dagurin í morgin verður lagnudagur fyri Menningarsovuna og møguliga eisini fyri menning av føroyskari vinnu. Tá skal løgtingið taka støðu til eina munandi skerjing av játtanini til Menningarstovuna, sum mong meta føroyska samfelagið ongantíð hevur havt so nógv brúk fyri sum júst nú. Verður stovnurin skerdur fer hetta eisini at skerja møguleikar okkara at bróta upp úr nýggjum og royna nýggjar vørur, nýggjar marknaðir og nýggja vinnur. Ein orsøk til at skerja Menningarstovuna er ónøgd yvir eitt nú ferð til Moskva herfyri. Vit spurdu Kjartan Kristiansen, stjóra, nú atfinningarnar frá ávísum politikarum hava verið so harðar, um Menningarstovan yvirhøvur ger nakað til nyttu, og um hann ikki skammast við at hava lokkað føroyingar á framsýning í Moskva, eftir tí sum frættist á skeiva framsýning?

Stjórin á Menningarstovuni sigur, at gamalt er, at rørt tú ikki út, fiskar tú heldur ikki. -Tað nyttar ikki at liggja heima við hús og vænta, at fiskurin kemur til tín. Vilt tú selja, mást tú fara har, keyparin er. Tú mást hitta keyparan og vísa honum tað, tú hevur at bjóða. Sum eitt útflutningsráð er tað uppgávan hjá okkum at gera Føroyar og føroyskar fyritøkur sjónligar og áhugaverdar hjá útlendskum keyparum. Royndirnar hjá okkum í Føroyum og hjá øllum útflutningsráðum eru, at tú fært mest burtur úr við at fara á framsýningar uttanlands, har keyparin kann sammeta tað, sum tú hevur at bjóða við tað, sum aðrir seljarar hava at bjóða. Øll árini frá 1995 til 1999 stóðu føroyskar fyritøkur seg væl á fiskivinnuframsýningum í Skotlandi og Íslandi. Tær vóru framúr kappingarførar bæði í góðsku og prísi.

-Jú, men hetta eru stórar framsýningar, har nógvir bjóða seg fram, og sum verða væl vitjaðar. Hví fara tit so á eina so lítla framsýning í Moskva?

-Framsýningin í Skotlandi er tíverri við at gerast lítil. Fiskivinnan í Skotlandi og í øllum ES londum er í kreppu, og tí verður lítið keypt har. Í dag er størsti básurin á Fishing í Skotlandi tíverri ølbarrin.

Men rætt er tað, at framsýningin í Moskva var ein lítil framsýning, og hon var lokal, v.ø.o.. russisk. Men framsýningin var ein fiskivinnuframsýning. Hin framsýningin, Seafood Russia, varð hildin knappa viku frammanundan Og var fyrstu ferð hildin í ár. Sum navnið sigur, var hon ein fiskasøluframsýning og varð fyriskipað av einari enskari fyritøku, meðan framsýningin, sum vit valdu - FISH 2004 - varð hildin 4. árið í ár. Hon verður fyriskipað av The State Fisheries Committee of the Russian Federation og stuðlað av vinnunevndini hjá dumuni og býráðnum í Moskva.

Kjartan Kristiansen sigur víðari, at teir seint í fjør heyst fóru undir at kanna møguleikarnar fyri at bjóða føroyskar fyritøkur fram í eysturevropéisku londunum og serliga í Russlandi. Fiskaprísirnir í Evropa eru vánaligir, og hugurin hjá evropéisku fiskivinnuni at keypa útgerð og tænastur er ikki tann stóri í dag. -Vit hava ein hóp av russiskum fiski- og flutnings-skipum rundanum Føroyar, bæði úr Norður Russlandi og úr Kaliningrad. Tvær framsýningar vóru at velja ímillum. Seafood Russia fór helst at verða lítil, tí ongir framsýnarar teknaðu seg til hana. Í samráði við russiska umboðsmannin í Føroyum og við føroysku vinnuna valdu vit so at fara á FISH 2004.

Lítil og kortini stór framsýning

-Men hví valdu tit so yvirhøvur at fara á eina lítla framsýning? Eina framsýning sum eftir tí, sum frættist, mest var at líkna við ein sight-seeing túr?

-Allar framsýningar í Russlandi eru lítlar. Sjálvt um russiski búskapurin er í menning, og sjálvt um marknaðarbúskapur er við at taka seg upp, er Russland enn rættiliga merkt av síni kommunistisku og miðstýrdu fortíð. Tú kanst so bíða, til viðurskiftini eru vorðin sum í vestur Evropa, ella tú kanst royna møguleikarnar í dag. Vit valdu at royna møguleikarnar, og vit høvdu góð fólk at hjálpa okkum.

Russiska konsulátið í Føroyum visti at siga, at fiskivinnuframsýningin fór at vera frægasta høvi hjá okkum at fáa reiðaríini í Murmansk og Arkangelsk at koma at hitta føroysku veitararnar av útgerð og tænastum. Konsulátið gjørdi eitt megnar arbeiði at fáa umboð fyri reiðaríini at koma. Teinurin at koma úr Murmansk og Arkangelsk til Moskva er sum at fara úr Trónd-heimi til Milano, men kortini komu í hvussu so er 3 reiðarí á framsýning-ina at hitta føroysku fyri-tøkurnar, og fleiri onnur komu, sum høvdu frætt um føroysku fyritøkurnar.

Føroyskar fiskasølur høvdu eisini áhuga í at koma við á føroyskan bás á hesari fiskivinnuframsýningini. Fleiri høvdu longu selt til Russlands og vildu royna at menna síni sambond. Óneyðugt at siga, gongst illa at sleppa av við smáttfallandi hýsu og upsa, og russiski marknaðurin fyri laksi er áhugaverdur. Gjøgnum donsku sendistovuna í Moskva fingu vit samband við fleiri fiskakeyparar í Moskva-økinum, sum beinanvegin vóru áhugaðir í at koma at vitja føroysku fiskasølurnar á framsýningini.

So ístaðin fyri at standa á einari framsýning og bíða eftir, at ein møguligur keypari kom fram við, gjørdu allir partar, konsulátið, luttakandi fyritøkurnar, sendistovan og Menningarstovan, eitt stórt arbeiði at fáa áhugaverdar keyparar at koma á framsýningina at vitja føroyska básin. Líka til framsýningin endaði komu russiskar fyritøkur at hitta tær føroysku.

Ein fiskivinnuframsýning í Moskva dregur ikki ein hóp av vanligum fólki, sum hevur áhuga í fiskivinnu, sum t.d. í Íslandi og í Føroyum. Til FISH 2004 komu bert fólk, sum høvdu handils-ligan áhuga í fiski og fiskivinnu. Tí er eitt vitjunartal upp á 3.000 eitt stórt tal í Moskva. Hetta fingu vit upplýst sum vitjunartalið, og vit eru sannførd um, at øll hesi 3.000 vitjaðu føroyska básin. Til samanburðar kann verða sagt, at Seafood Russia hevði "bert" 2.000 vitjandi - eisini eitt stórt tal, tá hugsað verður um, at eisini hetta eru vitjandi við handilsligum áhuga.

Ætlað burturav sum handilsligt átak

-Tað frættist, at føroyska ferðalagið var rættiliga stórt, og at mong ikki vistu, hvat tey skuldu gera í Moskva?

-Frá byrjan ætlaði Menningarstovan, at luttøkan á FISH 2004 skuldi fyriskipast sum ein handilsferð og luttøka á framsýningini.

Men áðrenn vit óraðu, var tað sum um fleiri hildu, at vit høvdu longu funnið miðið og nýggjar veiðimøguleik-ar. Hugsa tær, um fyrstu royndartúrarnir hjá John Dam høvdu fingið fleiri skip í fylgi. Fyrsti túrurin hjá Vesturvarða eftir rækjum gav ikki nógv, og høvdu fleiri skip verið við, sum væntaðu sær fong, høvdu tey so sanniliga mett tað sum ein bummtúr.

Vit kunnu als ikki sammeta okkum við John Dam, men ferðin til Moskva hevði sama lang-siktaða endamál sum royndarfiskiskapur. Vit vita longu, at tað ber til at selja til russar - eina rúgvu av tænastum og vørum á reduni í Havn og laks og annað til Russlands. Ongin av teimum, sum bjóðaðu seg fram á FISH 2004, fekk færri enn tríggjar fundir við áhuga-verdar russiskar fyritøkur, og fleiri av teimum, sum vóru lagstir afturat ferðalagnum, fingu bæði ein og tveir fundir. Russiska konsulátið í Føroyum gjørdi eitt ótrúliga stórt arbeiði fyri síni mongu sambond í Føroyum, og nógv av tí eydnaðist, um ikki alt. Og framvegis kemur hópur av fyrispurningum.

Úrslitini av túrinum til Moskva síggjast ikki beinanvegin; nakrar føroyskar fyritøkur eru longu bidnar um at koma við tilboðum. Vit fáa at síggja, hvat spyrst burtur úr teimum. Men eitt er so komið burtur úr. Føroyskar fyritøkur funnu saman í Moskva, og líkt er til, at tær fara at taka seg saman í áhugabólkar at gera framhaldandi átøk at fáa dyggara samvinnu við russiskar keyparar. Menningarstovan er sjálvsagt til dystin fús at stuðla hesum bólkunum við sínum sambondum og vitan, og sama fer russiski konsulin í Føroyum at gera.